Hondbóltur

Her eru finalistarnir í ungdómsdeildunum

Stóra finaluvikuskifti í hondbólti nærkast. H71 er við í sjey av tíggju ungdómsfinalum. Neistin er eisini væl umboðað við fimm.

U18-liðið hjá StÍF ið skal spæla steypafinalu ímóti Neistanum 23. februar
(Mynd: HSF)

U18-liðið hjá StÍF ið skal spæla steypafinalu ímóti Neistanum 23. februar (Mynd: HSF)

2019-02-13 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesum døgum skulu finalistarnir til finalurnar hjá teimum vaksnu finnast. Kvinnurnar spældu fyrru hálvfinalurnar í kvøld, og í morgin eiga mennirnir tørn. 

Myndir: H71- VÍF (fyrra hálvfinala)

Hondbóltssambandið skrivar, at øll finaluliðini hjá barna- og ungdómsliðunum eru funnin, og klokkutíð er ásett til tær ymsu finalurnar.

Sum tað hevur verið undanfarnu ár, so er H71 best mannað. Í ár hevur felagið úr Hoyvík sjey lið við. Neistin hevur fimm, VÍF og Kyndil hava hvør síni trý lið og StÍF er umboðað við tveimum liðum.

Tvey feløg afturat hava møguleika at vinna seg í Faxe Kondi finalurnar. Tað er mansliðið hjá KÍF, og tað er Stjørnan, ið tó hevur munandi verri møguleika eftir úrslitið ímóti Kyndli í kvøld

Dystarskrá
Leygardagur 23. februar
Kl. 13.30 Kvinnur
Kl. 16.00 Menn
Kl. 18.00 G18: Neistin – Kyndil
Kl. 19.30 D18: Neistin a – StÍF

Sunnudagur 24. februar
Kl. 12.50 G10: VÍF – H71
Kl. 13.30 D10: Neistin – H71
Kl. 14.10 G12: VÍF – Kyndil
Kl. 15.00 D12: H71 – Kyndil
Kl. 15.50 G14: H71 – Neistin
Kl. 16.50 D14: VÍF – Neistin
Kl. 17.50 G16: H71 – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 – StÍF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder