Fótbóltur

VÍF vann ógvuliga spennandi uppgerð í Hoyvík - stórsigur til Kyndil í Klaksvík

Favorittarnir til at koma í finalurnar vunnu, men tað var heilt ymiskt, hvussu dystargongdin var í hálvfinalunum.

Vestmannakvinnur kundu fegnast eftir seinasta bríksl í Hoyvík
(Mynd: Sverri Egholm)

Vestmannakvinnur kundu fegnast eftir seinasta bríksl í Hoyvík (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-13 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld vórðu tær fyrru hálvfinalurnar hjá kvinnum leiktar. 

Greiða oddaliðið í landskappingini og steypavinnarin í fjør var á vitjan í Hoyvík. Eins og í innanhýsis dystunum í SMS-deildini var talan um ein ógvuliga tættan, spennandi og ferðmiklan dyst við inntensiteti. Aftur varð tað avgjørt heilt ímóti endanum, og hesaferð koppaði tað akkurat til VÍF; eins og í Vestmanna fyri einum mánaði síðani.

Í 1. hálvleiki komu nógv mál. Liðini vóru effektiv, og talan var í stóran mun um góðan hondbólt. Í 2. hálvleiki var meira fokus á verjupartinum. VÍF valdi leingi at mansverja Maritu Mortensen og mansvardu partvíst Mariu H. Weyhe - stóru profilarnar hjá heimaliðnum. Hetta darvaði álopsspælinum hjá H71. Í hinum endanum vórðu Agnas Olsen og Durita C. Jojic í løtum mansvardar.

Tað var allatíðina javnt, og tað svingaði báðar vegir. VÍF tók leiðsluna stórar tíggju minuttir fyri leiklok, og so kom H71 ikki frammum aftur. Í seinasta sekundi hevði Marita møguleika at javnað við brotskasti, men Vivian í VÍF-málinum bjargaði. Harvið hevur VÍF ein lítlan fyrimun undan uppgerðini í Vestmanna sunnudagin.

Sí myndir frá dystinum í Hoyvík

Undan dystinum í Klaksvík var Kyndil favorittur, og tær grønu livdu sanniliga upp til hetta. Stjørnan, ið spældi seg víðari við sigri á Neistanum í Havn sunnudagain, fekk ongantíð sítt spæl at koyra og fekk als ikki steðgað álopsspælinum hjá Kyndli. Útiliðið revsaði mistøkini hjá Stjørnuni hart, skoraði heili 34 ferðir, og kann helst síggja fram til at spæla steypafinalu 23. februar.

Seinni hálvleikur var annars merktur av, at Mina Sirdal fekk beinleiðis reytt kort og er harvið ikki tøk til seinnu hálvfinaluna sunnudagin, og at Turið Arge Samuelsen noyddist út við einum knæskaða. 

 H71 - VÍF 25-26 (16-14)

Toppskjúttar: Marita Mortensen 9, Durita C. Jojic 6

Stjørnan - Kyndil 19-34
(9-18)

Toppskjúttar: Mina Lava Sirdal 6, Marianna Geirsdóttir 10


Seinnu hálvfinalurnar verða bríkslaðar í gongd sunnudagin klokkan 14.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder