Landskappingarnar í hondbólti komu at enda í vikuskiftinum. Tað var øðiligur spenningur í báðum kappingunum, har tað endaði við, at H71 vann Okkara-deildina, og Kyndil fór avstað við gullinum hjá kvinnum.
Sí eisini:
Myndir: VÍF - Kyndil (triðja finalan)
Myndir frá grøna fagnaðinum og steypahandanini í Vestmanna
Myndir: H71-Neistin (fimta finalan)
Myndir: Hoyvikingar fegnast og fáa steyp
Nú kappingin er liðug ber til at gera upp, hvat m.a málskjúttum viðvíkur. Ásbjørn Nielsen Nattstad hevur dagført samlaða yvirlitið. ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/03/27/615x455/h71--vif-27.3.19-nr11.jpg)
(Filip var aftur mest skorandi leikari í mansdeildini - Mynd: Jens Kr.Vang)
Filip Jojic hevur verið í føroyskum hondbólti í átta kappingaraár, og øll hesi árini hevur bakkurin verið toppskjútti. Í ár skoraði hann 184 mál í Okkara-deildini; Hans Eli Sigurbjørnsson var bert fýra mál aftanfyri.
Topp 10:
| Navn | Eftirnavn | Lið | Mál | Mál uppá brotskøst |
| Filip | Jojic | VÍF | 185 | 41 |
| Hans Eli | Sigurbjørnsson | KÍF | 180 | 29 |
| Høgni | Zachariassen | Neistin | 140 | 60 |
| Rasmus | Søby | Neistin | 118 | 3 |
| Peter | Krogh | H71 | 116 | 23 |
| Sámal | á Tjaldrafløtti Olsen | Team Klaksvík | 116 | 19 |
| Christoffer | Madsen | Team Klaksvík | 105 | 8 |
| Borko | Cupara | KÍF | 96 | 3 |
| Tróndur | Jónsson Kragesteen | Neistin | 95 | 2 |
| Vilhelm | Poulsen | H71 | 91 | 1 |
(Kelda: jn.fo)
Sí allar málskjúttarnar í Okkara-deildini her
Hjá Kyndli var tað sera umráðandi, at fáa Marionnu G. Eystberg við aftur; bakspælarin var ikki við fyrstu dystirnar vegna fjakking. Hon gjørdi bart við at skora flest mál í SMS-deildini, og liðið endaði við at vinna FM
Topp 10:
| Navn | Eftirnavn | Lið | Mál | Mál uppá brotskøst |
| Marianna | Geirsdóttir Eystberg | Kyndil | 149 | 40 |
| Durita | Christophersen Jojic | VÍF | 137 | 14 |
| Maria | Halsdóttir Weyhe | H71 | 135 | 38 |
| Agnas | Olsen | VÍF | 130 | 21 |
| Liljan | Djurhuus | VÍF | 128 | 11 |
| Bára | Krossteig Hansen | Kyndil | 110 | 23 |
| Marita | Mortensen | H71 | 109 | 8 |
| Tóra | Eliasen | Stjørnan | 101 | 1 |
| Súna | Krossteig Hansen | Kyndil | 99 | 9 |
| Mina Naomi | Lava Sirdal | Stjørnan | 99 | 11 |
(Kelda: jn.fo)
Sí allar málskjúttarnar í SMS-deildini her
Til ber eisini til at síggja Fair Play Lista og yvirlit yvir brotskøst á heimasíðuni hjá JN.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald