Fótbóltur

Her eru øll úrslitini hjá Håkani Ericson

Føroyar fingu stig í 13 av 16 Nations League-dystum undir venjaratoyminum. Í teimum báðum undankappingunum (EM og HM) varð talan um seks stig av 54 møguligum.

Håkan Ericson hevur tikið í hondina á FSF. Hann er tann høvuðsvenjarin, sum hevur fingið flest stig til høldar fyri Føroyar. Her skal tó havast í mentu, at 16 av teimum 34 kappingardystunum vóru í Nations League, sum er ein lutfalsliga nýggj og øðrvísi kapping (Mynd: Andrei Antal)

Håkan Ericson hevur tikið í hondina á FSF. Hann er tann høvuðsvenjarin, sum hevur fingið flest stig til høldar fyri Føroyar. Her skal tó havast í mentu, at 16 av teimum 34 kappingardystunum vóru í Nations League, sum er ein lutfalsliga nýggj og øðrvísi kapping (Mynd: Andrei Antal)

2024-10-18 17:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin gjørdist greitt, at føroyska manslandsliðið skal hava nýggjan høvuðsvenjara. Samstarvið millum Håkan Ericson og FSF er komið at enda - beint yvir eitt ár fyri tíð. 

Sí eisini: FSF og Håkan Ericson hava endað samstarvið

Tað er altíð torført at samanbera tíðarskeið, men síðani hevur eitt ávíst kjak verið um úrtøkuna undir nú 64-ára gamla svianum og toymi hansara - eisini í mun til fyrrverandi venjarar hjá Føroyum. Teir tóku við í 2020, og tað man vera breið semja um, at fyrstu trý árini var nógv jaligt, og at framgongd sást í ávisan mun.

Hóast glottar - nógv stig í serliga Nations League, yvirvág móti Moldova, nógva meti og mótstøðuføri í flestu dystum og fleiri tættar dystir - tvey seinastu árini hava 2023 og 2024 ikki gingið, sum FSF og tey flestu í Fótbóltsføroyum væntaðu og vónaðu

- Samstundis sum vit staðfesta, at okkara landslið er sera sterkt, so er samlaða úrtøkan ikki nøktandi. Vit liggja niðast í bólkinum og hava higartil ikki megnað at vunnið nakran dyst – heldur ikki á heimavølli. Undir hesum umstøðum halda vit tað vera best at fáa nýggjar kreftir at standa á odda fyri okkara A-landsliðið við monnum

Hetta segði Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, í sambandi við kunngerðina mikudagin. Í somu útmelding verður gjørt greitt, at Håkan er tann landliðsvenjarin, ið hevur fingið bestu úrslitini við Føroyum. 

Niðanfyri síggjast øll úrslitini undan Håkani Ericson og toymi

Nations League 2024:
Føroyar - Lettland 1-1
Føroyar - Armenia 2-2
Lettland - Føroyar 1-0
Føroyar - Norðurmakedónia 1-1

Venjingardystir og venjingarkapping 2024:
Lettland - Føroyar 1-0 (Baltic Cup)
Estland - Føroyar 4-1 (Baltic Cup)

Danmark - Føroyar 2-0 (Á uttanveltaðum vølli)
Liktinstein - Føroyar 0-4 (Á uttanveltaðum vølli)

EM-undankapping, umframt venjingardystir, 2023: 
Albania - Føroyar 0-0
Noreg - Føroyar 2-0 (Venjingardystur)

Kekkia - Føroyar 1-0
Føroyar - Pólland 0-2
Føroyar - Moldova 0-1
Føroyar - Albania 1-3
Føroyar - Kekkia 0-3

Norðurmakedónia - Føroyar 1-0 (Venjingardystur)
Moldova - Føroyar 1-1

Venjingardystir, november 2022:
Kosovo - Føroyar 1-1

Kekkia - Føroyar 5-0

Nations League 2022:
Føroyar - Turkaland 2-1
Litava - Føroyar 1-1
Luksemburg - Føroyar 2-2
Føroyar - Litava 2-1
Føroyar - Luksemburg 0-1
Turkaland - Føroyar 4-0

Venjingardystir, mars 2022:
Liktinstein - Føroyar 0-1 (Á uttanveltaðum vølli)
Gibraltar - Føroyar 0-0 (Á uttanveltaðum vølli)

HM-undankapping, umframt venjingardystir, 2021: 
Ísrael - Føroyar 3-2
Danmark - Føroyar 3-1
Føroyar - Skotland 0-1
Føroyar - Eysturríki 0-2
Føroyar - Moldova 2-1
Føroyar - Danmark 0-1
Føroyar - Ísrael 0-4

Føroyar - Liktinstein 5-1 (Venjingardystur)
Føroyar - Ísland 0-1 (Venjingardystur)

Skotland - Føroyar 4-0
Eysturríki - Føroyar 3-1
Moldova - Føroyar 1-1

Nations League, umframt venjingardystir, 2020:
Malta - Føroyar 1-1

Lettland - Føroyar 1-1

Litava - Føroyar 2-1 (Venjingardystur)

Føroyar - Andorra 2-0
Føroyar - Lettland 1-1

Danmark - Føroyar 4-0 (Venjingardystur)

Andorra - Føroyar 0-1
Føroyar - Malta 3-2

Samanlagt: 46 dystir
Níggju sigrar, tólv javnleikir og 25 ósigrar

Av sigrunum eru tveir venjingardystir móti Liktinstein, sum helst er veikasta landsliðið í Evropa í løtuni. Tveir av javnleikunum komu í venjingardystum - restin í Nations League/undankapping, har tveir teir flottastu vóru í Albania í fjør og í Luksemborg  í 2022 - tá vóru Føroyar aftanfyri 2-0 men vendi tí. Flottasti sigurin er heilt greitt Nations League-sigurin á høgt metta Turklandi 25. september í 2022 - tann seinasti í einum kappingardysti. Í ár hava Føroyar fimm ferðir lagt seg á odda - fýra ferðir hevur tað tó ikki borið á mál.

Håkan Ericson fekk fleiri javnleikir enn Lars Olsen og eins nógv sigrar - áðrenn var Lars Olsen tann landsliðsvenjarin við flest stigum.  Danin hevði tó fleri dystir, men serstøðan hjá sviianum er, at undir honum hava Føroyar spælt 16 Nations Leagur-dystir. Teir einastu seks í søguni áðrenn vóru undir Lars Olsen (ein sigur og tveir javnleikir).

Í Nations League hava mótsstøðuliðni sum útgangspunkt verið á eitt sindur hægri stigi (Turklannd tó væl hægri), á nøkulunda sama stigi ella á eitt sindur lægri stigi enn Føroyar. Har eru møguleikarnir betri hjá Føroyum at fáa stig enn í undankappingunum, har man hevur verið næstlægst styrkismetta liðið í báðum undankappingunum hjá Håkani Ericson, og har flestu dystirnir eru móti á pappírinum væl betri liðnum.

bolt hevur nærri útgreinan av hagtølunum við slag av kappingardystum og samanberingum HER

Har var heldur langt millum stigini (stig í 4 av 18 dystum), tó at fleiri dystir móti á pappírinum væl sterkari mótsstøðu vóru tættir og kanska kundi koppa til stig fyri Føroyar - serliga Danmark og Skotland á heimavølli í 2021. Føroyar skaptu ógvuliga lítið frameftir í fjør.

Í Nations League fekk Håkan Ericson sum oftast stig: Í 13 av 16 dystum. Ein kapping var í niðastu deildini, men í 2022 og í ár hava Føroyar spælt í Deild C.

Í løtuni liggur liðið til at spæla um at sleppa undan niðurflyting. Hetta tí at tað ikki hevur eydnast at fáa sigrar í trimum heimadystum á Tórsvølli, og var hetta eisini nakað, sum kostaði starvið. Tapið í Riga í september svíður eisini, og eftir tað komu stóru spurnartekini. Samanlagt vóru onnur ting rundanum úrslitini eisini orsøk til venjarabroytingina - nakað sum eisini bolt.fo hevur greinað á annan hátt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder