Oyggjaleikir 2023

Myndir: Heri Á. Simonsen heiðraður við gullnál ÍSF’s

Fær heiðurin m.a. fyri við ótroyttandi ágrýtni at hava greitt frá stórum og smáum innan føroyska ítrótt.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-08 00:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heri Árnason Simonsen, sum gjøgnum nógv ár hevur greitt frá ítrótti í útvarpsrásunum Rás2 og FM1 varð í kvøld heiðraður við gullnál ÍSF’s fyri at “hava gjørt eitt munagott arbeiði til frama fyri føroyska ítrótt”.

Tað var Jon Kjær, starvsnevndarlimur í ÍSF, sum handaði Hera Á. Simonsen gullnálina.

Jon Kjær er fyrrverandi forseti í altjóða oyggjaleikasambandinum, IIGA, og er tí eisini heiðurslimur í felagsskapinum. Hann var ein av stovnarunum av oyggjaleikunum, og var forseti í árunum 1989 til 1991.

Heri Simonsen hevur “dekkað” oyggjaleikir síðan 2009 í Álandi, men hann fekk ikki bara heiðurin fyri trúliga at hava fylgt tí, sum fer fram í oyggjaleikahøpi, men fyri eisini at hava víst áhuga fyri breiddarítrótt í sínum ítróttajournalistiska arbeiði, eitt nú við at vísa áhuga fyri menningararbeiðinum, sum fer fram innan ÍSF.

Handanin fór fram á hugnaligari samkomu á eini matstovu á Hermoynni, sum liggur einar 20 minuttir at sigla uttan fyri St. Peter Port, høvuðsbýnum á Guernsey.

Vanligt er, at ÍSF bjóðar fjølmiðlaumboðunum til eina máltíð áðrenn leikirnir byrja, og tað var í hesum sambandi, at Jon Kjær tók Hera Á Simonsen á bóli við at handa honum gullnálina.

Hann segði millum annað soleiðis:

- Heri hevur gjøgnum nógv ár skrivað, varpa út og greitt frá føroyskari ítrótt. Við ótroyttandi ágrýtni hevur hann greitt frá stórum og smáum, fingið fólk inn í útvarpsstovuna at siga frá og sjálvur leita sær út fyri at nema sær størri kunnleika um hvat fyriferst innan ítróttaheimin.

- Hann hevur varpað ljós á tað, ið fyriferst hjá ymsu ítróttagreinunum, og hevur eisini verið við at bera út kunnleikan um strategiina hjá ÍSF fyri komandi árini, har fremstu málini eru, at øll skulu við, at fjálgast skal um sjálvboðin, at styrkja úrvalsumhvørvini og at ítróttagleði er fyrst og fremst. Við prátum við fyriskiparar og ítróttafólk hevur hann millum annað vakt ans fyri Skúlaleikum og Føroyaleikum.

- Heri hevur við ídni sínum økt um kunnleikan til føroyska ítrótt. Ikki bert í Føroyum, men eisini uttan fyri landoddarnar. Hann hevur í arbeiði sínum fingið nógvar útlendskar vinir og kenningar, eisini í oyggjaleikahøpi, og hevur tí kunna sagt teimum frá, hvat fyriferst í Føroyum, eins og hann hevur borið okkum tíðindi og søgur frá oyggjaleikavinum okkara.

Gullnál ÍSF’s verður vanliga latin teimum, ið hava sitið sum formenn ella -kvinnur í einum sambandi innan ÍSF í fimm ár. Men hon kann “eisini verða givin teimum, ið hava gjørt eitt munagott arbeiði til frama fyri føroyska ítrótt”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder