Nú klokkan 17.00 fer EM-undankappingin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í gongd, tá Føroyar taka móti Wales á Tórsvølli.
Les eisini: Fyrsta royndin fyri framman
Størsta avbjóðingin hjá John Petersen hevur verið at funnið loysnirnar í baktetuni, har leikarar sum Birna T. Mikkelsen, Birita B. Nielsen og Rakul V. Magnussen ikki eru tøkar.
Tað verður Julia Naomi Mortensen úr HB, ið kemur at røkja høgra bakkin. Vanliga spælir ungi og evnaríki leikarin á miðvøllinum. Durita Hummeland úr KÍ, sum kom við eftir avboð, byrjar í miðverjuni. Talan eru annars ikki um nalað, ið loypir hvøkk á byrjunaruppstillingini, sum á heimasíðuni hjá UEFA stendur sum ein 4-2-3-1, men sum helst kemur at vera ein 4-5-1, tá Wales hevur bóltin, og hetta verður helst størsta partin av tíðini.
Føroyska liðið:
Anna Súnadóttir Hansen - Julia Naomi Mortensen, Durita Hummeland, Liv Arge Poulsen, Katrina Akursmørk - Jacoba Langgaard, Ansy Sevdal Jacobsen - Evy á Lakjuni, Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen - Heidi Sevdal
Kringvarpið vísir dystin, og til ber at fygja við gongdini forsíðuni á Portalinum
Fótbóltur
Hesar byrja fyri Føroyar
John Petersen hevur sett liðið, ið byrjar móti Wales.
Liðskiparin og áleyparin - tveir lyklaleikarar hjá Føroyum í kvøld (Mynd: FSF)
2019-08-29 16:35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald