Nú klokkan 14 taka Føroyar móti Aserbadjan í 3. umfari í Nations League-kappingini.
Føroysku kvinnurnar hava higartil tapt báðar sínar dystir 0-1, og tí er málið nú at fáa stig á kontuna. Aserbadjan hevur fýra stig fyri tveir dystir, men tað tykiskt sum, at munurin millum tey fýra liðini í bólkinum ikki er stórur.
Les eisini: Oddaliðið vitjar á Djúpumýru
Signe Pries Andersen og Svenn Olsen hava sett liðið:
Mynd: uefa.com
Føroyar (4-5-1): Óluva Allandsdóttir Joensen - Julia Naomi Mortensen, Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan (L), Tórunn Højgaard Joensen - Rúna Jacobsen, Heidi Sevdal, Eyðvør Klakstein, Jensa Kannuberg Tórlolvsdóttir - Malena Olsen
Einasta broytingin frá dystinum á Kýpros seinast er, at Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ kemur inn á vinstra bakk. Hon avloysir Áslu Johannesen. Liðskiparin hevur leikbann. Birita Ryan er føroysku liðskipari ístaðin.
Til ber framvegis at fáa atgongumerki til dystin í Klaksvík her. Rás 1 hjá Televarpinum vísir eisini dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald