- Vit eru í einari positivari menning, men vit hava eisini lagt eitt miðvíst arbeiði í hetta, og hava bygt upp á síðani fyrsta dystin. So nú gleða vit okkum til at fara á vøllin og gera brúk av hesum.
Hetta sigur Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum umleið eitt sadøgur undan dystinum í triðja umfari í UEFA Nations League kappingini. Dysturin verður á Djúpumýru í Klaksvík í morgin, fríggjadagin 27. oktober. Fyrsta bríksl verður klokkan 14:00.
Liðið hevur verið savnað síðani mánadagin og hevur fyrireikað seg til uppgávuna. Í dag hava Føroyar havt seinastu venjingina, og var hon í Klaksvík.
Undan dystinum eru Aserbadjan og Kýpros fremst í bólkinum við 4 stigum hvør. Harvið er tað annað av oddaliðunum í bólkinum, ið vitjar. Montenegro er nummar 3 við trimum stigum, meðan Føroyar enn hava fyrstu stigini til góðar.
Les eisini:
Tvær ferðir 0-1
Kvinnulandsliðið hevur tvær uppgávur á heimavølli næstu vikuna
Atgongumerki til UEFA Women’s Nations League dystin millum Føroyar og Aserbadjan fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Kelda: FSF
Nations League, Deild C - bólkur 3
3. umfar, fríggjadagin 27.10
14.00: Føroyar - Aserbadjan (Klaksvík)
2. umfar, týsdagin 31.10
18.00: Føroyar - Kýpros (Tórsvøllur)
----------------------------
1. umfar, fríggjadagin 22.09
Føroyar - Montenegro 0-1 (0-1)
21' Armisa Kuc 0-1
Les eisini: Føroyar taptu tepurt
Sí eisini:
Signe Preiss: Væl nøgd við seinna hálvleik
Samrøða við Sunnivu Willemoes
2. umfar, í gjár 26.09
Kýpros - Føroyar 1-0 (0-0)
65' Antri Violari 1-0
Reytt kort: Ásla Johannesen (85')
Les eisini: Aftur eitt tepurt tap
Støðan eftir tvey umfør:
Kýpros 4 stig
Aserbadjan 4 stig
Montenegro 3 stig
Føroyar 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald