Kvinnulandsliðið tvær uppgávur á heimavølli næstu vikuna

Føroyar taka ímóti Aserbadjan í Klaksvík fríggjadagin seinnapartin og Kýpros týskvøldið á Tórsvølli. Liðið leitar eftir sínum fyrstu stigum í Nations League.

Á liðnum eru nógvar ungar, og liðið skal stríðast og royna at flyta seg rætta vegin í hesari Nations League-kappingini. Sunniva Willemoes, Maria Vinjardsdóttir Johansen og hinar vandu á Tórsvølli mánakvøldið og í gjár (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Á liðnum eru nógvar ungar, og liðið skal stríðast og royna at flyta seg rætta vegin í hesari Nations League-kappingini. Sunniva Willemoes, Maria Vinjardsdóttir Johansen og hinar vandu á Tórsvølli mánakvøldið og í gjár (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2023-10-25 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir tættir dystir og tvey tap á 1-0. Hetta var úrtøkan, tá føroysku kvinnurnar settu hol á Nations League-kappingina síðst í september.

Les eisini: Tvær ferðir 0-1

Føroyska liðið var sum heild vælskipað og serliga væl við í spælinum á Kýpros, men tað haltaði, í mun til at skapa upplagdar málmøguleikar.

Nú eru tveir nýggir møguleikar. Nýggi høvuðsvenjarin, Signe Pries Andersen, hevur havt tíð at eftirmett og at fyrireika seg til heimadystirnar móti Aserbadjan og Kýpros. Liðið savnaðist í høvuðsstaðnum mánadagin og hevur síðani havt tvær venjingar og eisini fyrireika seg á annan hátt. Tað er ein smeitur, at liðskiparin, Ásla Johannesen, hevur leikbann.

[object Object]
Ásla Johannesen fekk tvey gul kort á Kýpros í seinasta umfari (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Signe Pries Andersen til fyrsta dystin í undankappingini - á heimavølli móti Montenegro (Mynd: Sverri Egholm)

 [object Object]
Til venjing á Tórsvølli mánadagin (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Fyrra uppgávan verður fríggjadagin í Klaksvík. Aserbadjan er tað liðið í bólkinum, ið Føroyar mangla at spæla ímóti. Aserbadjan hevur higartil vunnið á Montenegro (úti) og spælt javnleik heima móti Kýpros. Ilt er annars at siga, júst hvørja mótsstøðu talan verður um, tí hetta er heilt nýtt mótsstøðulið á A-landsliðsstøði hjá kvinnum. Ungdómslandslið hava áður spælt tættar dystir móti júst Aserbadjan.

Dysturin í Klaksvík byrjar klokkan 14 fríggjadagin. Týskvøldið klokkan 18 spæla Føroyar móti Kýpros á Tórsvøll, og málið er hesaferð at fáa stig móti Kýpros.

[object Object]

Nations League, Deild C - bólkur 3

3. umfar, fríggjadagin 27.10
14.00: Føroyar - Aserbadjan (Klaksvík)

2. umfar, týsdagin 31.10
18.00: Føroyar - Kýpros (Tórsvøllur)

----------------------------

1. umfar, fríggjadagin 22.09
Føroyar - Montenegro 0-1 (0-1)
21' Armisa Kuc 0-1

Les eisini: Føroyar taptu tepurt

Sí eisini: 
Signe Preiss: Væl nøgd við seinna hálvleik
Samrøða við Sunnivu Willemoes

2. umfar, í gjár 26.09
Kýpros - Føroyar 1-0 (0-0)
65' Antri Violari 1-0

Reytt kort: Ásla Johannesen (85') 


Les eisini: 
Aftur eitt tepurt tap

Støðan eftir tvey umfør: 
Kýpros 4 stig
Aserbadjan 4 stig
Montenegro 3 stig
Føroyar 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder