Í sama umfari er Ásla Johannesen flutt eina ketu longur fram á vøllinum, soleiðis at hon í dag byrjar á vinstra vongi, meðan Mona Rasmusdóttir byrjar í hinum borðinum. Á sentrala miðvøllinum byrja Jensa Kannuberg Tórólvsdóttir og Sanna Svarvadal; beint frammanfyri tær finna vit Heidi Sevdal og so verður Rebekka Fjallsá Benbakoura fremsti føroyski spælarin frá byrjan.

Liðuppstillingin er sostatt hendan - Frá vinstru til høgru (4-4-1-1)

Valborg Østerø – Tórunn Højgaard Joensen, Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan, Ása Stórá Carlsen – Ásla Johannesen, Sanna Svarvadal, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Mona Rasmusdóttir – Heidi Sevdal – Rebekka Fjallsá Benbakoura

Á føroyska bonkinum sita: Óluva Allansdóttir Joensen, Sarita Maria Mittfoss, Maria á Lakjuni, Julia Naomi Mortensen, Rúna Jacobsen, Eyðvør Klakstein, Tóra Mohr, Lea Lisberg, Margit Kwao og Hervør Olsen

Dysturin millum Luksemborg og Føroyar byrjar sum nevnt klokkan 18.30 føroyska tíð, og til ber at stroyma dystin her.

Fótbóltssamband Føroya