Føroyar vóru ósigraðar og vunnu sín bólk í Deild D í 2020 og vunnu sær harvið rættin til at spæla á hægri støði í næstu Nations League-kappingini.
Hon fer av bakkastokki í juni 2022, har heili fýra dystir eru á skránni. Síðani eru tveir í september eisini - í einum heldur óvanligum landsliðsárið, orsakað av at HM-endaspælið verður í november-desember,
Føroyar eru saman við Gibraltar, ið vann hin bólkin í Deild D í fjør, í potti fýra til lutakastið í dag. Tað er niðasta styrkislagi. Har eru eisini Kasakstan/Moldova og Kýpros/Estland - hesi spæla playoff um plássini í mars; vinnarin fer í
Men tað eru ikki hesi liðini, ið føroyingar skulu hugsa um. Liðið hjá Håkani Ericson hevur fýra møguleikar úr hvørjum styrkislagi, ið eru hesi:
Pottur 1:
Turkaland, Slovakia, Bulgaria og Norður Írland
Pottur 2:
Grikkaland, Hvítarussland, Luxemborg og Norður Makedónia
Pottur 3:
Litava, Georgia, Aserbadjan og Kosovo
Harvið eru lið í, sum geva spennandi avbjóðingar, og har nakrir tættir dystir kunnu væntast - serliga á heimavølli - men til dømis hava øll liðini í pottinum beint omanfyri vunnið greitt og/ella stórt á Føroyum áður. Harvið er styrkismunurin rímiliga greiður, í mun til seinastu Nations League-kappingina.
Hallur Hansson hevur givið sítt boð uppá eitt dreymalutakast. Tað er Turkaland, Luksemborg, Litava og Føroya. Áhugavert er, at liðformaðurin millum annað vil sleppa undan Grikkalandi - einum landi sum hann skoraði ímóti í 2015, og sum Føroyar vunnu tvær ferðir á í undankappingini til EM 2016. Grikkaland er tó helst sterkasta liði úr potti tvey.
– Eg hopi at vit koma at standa okkum væl í hesari kappingini, sjálvt um vit eru greiðir yvir, at mótstøðan hesaferð er ein heilt onnur. Øll hasi londini eru rímiliga sterk, so tað verður uttan iva torført, líkamikið hvat, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.
Lutakastið verður í Nyon í dag klokkan 17. UEFA stroymir á heimasíðu sínari, og tað ger KVF eisini - á hesari leinkjuni
Keldur: uefa.com og bolt.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald