Fótbóltur

Hesir ellivu byrja bólkaspælið fyri KÍ

Sivert Gussiås avloysir Luc Kassi sum fremsta mann, í mun til hinar evropeisku dystirnar. Hallur Hansson og Páll Klettskarð eru eisini millum teir á bonkinum.

Sivert Gussiås verður fremsti maður hjá KÍ í Bratislava (Mynd: Sverri Egholm)

Sivert Gussiås verður fremsti maður hjá KÍ í Bratislava (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-21 19:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um eina løtu er fyrsta bríksl í Bratislava. Tá fer fyrsti dysturin í UEFA Conferen League bólkaspælinum hjá KÍ í gongd.

Liðið varð alment fyri løtu síðani: 

[object Object]
KÍ er í grønum í kvøld (Mynd: UEFA) 

KÍ nýtir somu 5-4-1(3/4/3) leikskipan sum higartil í Evropa. Heini Vatnsdal er við í Bratislava men spælir allarhelst ikki vegna brotna fótin. 21-ára gamli Børge Petersen hevur tveir ógvuliga royndar miðverjar undir liðuna á sær.

Patrick Da Silva stendur sum vinstri vongbakkur og René Shaki Joensen sum vinstri kantur. Hetta kann vera umvent - tað hevur tað verið nakrar ferðir í summar - men kanska René Shaki Joensen skal renna djúpt og brúka sína nógvu orku longur frammi.

Tað skal Sivert Gussiås eisini. Hann hevur ikki altíð fingið serliga góð skoðsmál fyri avrikini í KÍ, men norðmaðurin er kvikur og kann vera droyur at koma í nærdyst við. Hetta vil venjaratoymi helst hava burturúr at nýta Gussiås ístaðin fyri Luc Kassi, sum er byrjaður inni í øllum evropeisku dystunum higartil og hevur skorað tvey mál. Kassi hevur spælt tvær ferðir 90 minuttir seinastu vikuna.

Hann kann koma inn og gera mun. Tað kunnu til dømis Páll Klettskarð og Mads Boe Mikkselsen eisini. Ivasamt er, hvussu nógv Hallur Hansson kann spæla, og um miðvallarin yvirhøvur kemur inn á vøllin. 

[object Object]
Útskiftararnir (Mynd: UEFA)

Claes Philip Kronberg er ikki við í SLovakia, og tað er venjarin Magne Hoseth heldur ikki. Hann er so mikið sjúkur. Norðmaðurin er staddur í Føroyum, og Daniel Berg Hestad og Sjúrður Jacobsen taka sær av KÍ-liðnum til søguliga dystin.

[object Object]
Daniel Berg Hestad til venjing í heimstaðnum Molde í august (Mynd: Sverri Egholm)

UEFA Conference League Bólkur A, 1. umfar: 
Í dag, hósdagin 21.09
20.00: Slovan Bratislava - KÍ (TV2 Play)

KÍ (4-5-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva  – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, René Shaki Joensen – Sivert Gussiås

Í gjár, 20.09
Lille - Olimpia Lublijana 2-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder