Talan er um ein søguligan dag fyri fyri KÍ og føroyskan fótbólt, tí fótbóltsflaggskipið í Norðoyggjum skal spæla dyst í evropeiskum bólkaspæli.
Stóra uppgávan er í Slovakia, har KÍ síðani seinnapartin hevur fyrireika seg, og í kvøld fer at stríðast fyri at fáa stig. Hetta verður tó uttan høvuðsvenjaran.
Magne Hoseth hevur við hegni leitt KÍ langt í Evropa í ár, men hann er mikið sjúkur beint nú, at tað ikki var gjørligt hjá honum at ferðast úr Føroyum. Harvið verður hann ikki á síðulinjuni í slovakiska høvuðsstaðnum í kvøld. Hetta hevur Portalurin fingið váttað úr KÍ-leguni.
Sí eisini:
Hoseth: Hava ein møguleika at spæla okkum víðari
Árni: - Skulu gera sum í hinum evropeisku dystunum
Harvið er tað annar hjálparvenjarin, Daniel Berg Hestad, sum hevur høvuðsábyrgd í Bratislava. Norðmaðurin hevur eina rúgvu av royndum sum spælari og var í fleiri ár venjari hjá næstbesta liðnum hjá Molde. Hestad var á tíðindafundinum í gjár. Afturat sær hevur hann millum annað Sjúrð Jacobsen, sum er hjálparvenjari hjá KÍ á fjórða árið.
Á KÍ-liðnum hava so at siga allir spælararnir eisini eina rúgvu av royndum, og skipanin og dystarætlanin fer í stóran mun at vera eins sum í hinum evropeiskum dystunum.
Daniel Berg Hestad stendur við høvuðsábyrgd í Slovakia í kvøld. Hann kom til Klaksvíkar við Magna Hoseth í vetur (Mynd: Sverri Egholm)
UEFA Conference League Bólkur A, 1. umfar:
Í dag, hósdagin 21.09
20.00: Slovan Bratislava - KÍ (TV2 Play)
Í gjár, 20.09
Lille - Olimpia Lublijana 2-0
KÍ er lægst styrkismett av hesum liðunum, og skal enda í minsta lagi á 2. plássi fyri at koma víðari úr bólkinum.
Sí eisini:
KÍ ikki eins undirmett sum í summar
Danskt sjónvarp vísir KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald