Fótbóltur

- Skulu gera sum í hinum evropeisku dystunum

- Vit eru ikki vanir við at spæla tílíkar dystir men taka hetta sum eitt stórt upplivilsi, og trýstið er á teimum. Soleiðis sigur Árni Frederiksberg við Portalin undan UCL-uppgerðini.

Árni Frederiksberg skoraði seks mál í Champions League. - Eins og í teimum hava øll hini liðini tað á sær, at tey eiga at vinna á okkum (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg skoraði seks mál í Champions League. - Eins og í teimum hava øll hini liðini tað á sær, at tey eiga at vinna á okkum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-20 19:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg haldi vit eru væl fyri i mun til umstøðurnar. Dystarskráin hjá okkum er sjálvandi væl tættari, enn hvat er vanligt fyri føroysk lið, men vit eru við gott mót og trúgva uppá møguleikan.

Soleiðis sigur Árni Frederiksberg úr Bratislava í dag. KÍ-hópurin kom uppá pláss í slovakiska høvuðsstaðnum seint seinnapartin eftir túr við leiguflogfari og millumlending í Billund.

Toppskjúttin í Champions League-undankappingini sær nú fram til at spæla dystir í einum bólkaspæli, sum verður nakað serligt:

- Vit eru ikki vanir við at spæla tílíkar dystir men taka hetta sum eitt stórt upplivilsi. Ítróttarliga trúgva vit tað er møguligt at fáa eitt gott úrslit og hvat er so tað?

Sí eisini: 
Hoseth: - Hava ein møguleika at spæla okkum víðari
KÍ ikki eins undirmett sum í summar

Trýstið er í øllum førinum á mótsstøðuliðnum, staðfestir 31-ára gamli 7' arin hjá KÍ.

- Hóast bólkaspælsdyst fara vit nokk at grípa uppgávuna á sama hátt, sum vit hava gjørt við hinar dystirnir i Europa. Eins og í teimum hava øll hini liðini tað á sær, at tey eiga at vinna á okkum - tað skulu tað um tey ynskja eitt fyrsta ella annað pláss í bólkinum, staðfestir Árni Frederiksberg fyri Portalinum.

KÍ-hópurin venur í kvøld á stóra og lutfalsliga nýggja leikvøllinum í Bratislava, Tehelné pole. Conference League Uppgerðin millum liðini, ið skuldu hittast í Champions League í 2020, er á skránni í annaðkvøld klokkan 20.

[object Object]
Savnsmynd: Sverri Egholm

UEFA Conference League, Bólkur A: 
LOSC Lille (Frakland)
SK Slovan Bratislava (Slovakia)
NK Olimpia Lublijana (Slovenia)


KÍ er lægst styrkismett av hesum liðunum, og skal enda í minsta lagi á 2. plássi fyri at koma víðari úr bólkinum.

1. umfar: 
Í dag, 20.09
Lille - Olimpia Lublijana 2-0

Í morgin, hósdagin 21.09
20.00: Slovan Bratislava - KÍ (TV2 Play)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder