Jakobshøllin - Føroyskar fyrimyndir
Sunnukvøld 1. desembur í Jakobshøllini í Basel. Annar dystur hjá føroysku kvinnunum í fyrst EM endaspælinum nakrantíð. Seinasta floytið hevur júst rómað um alla høllina. Dysturin er liðugur. Føroysku kvinnurnar skera í fagnaðarróp. Renna yvir móti føroysku áskoðarnum. Tær hava júst spælt javnt móti einari so stórari hondbóltstjóð sum Kroatien. Sum forrestin vann EM bronsu í 2020. Dysturin endaði 17-17.
Róp. Rómur. Sangur. Føroysk fjeppararróp, sum Basel ongantíð hevur hoyrt áður. Tvær trummur, sum larma eins og var lívið uppá spæl. Ein lítil ál við 500 føroyingum í høllini. So máttmikil. Harðmælt og eldhugað.
Hetta er óhoyrt. Og samstundis sita vit við ein einari løgnari, iðrandi kenslu av, at tær eins væl kundu vunnið dystin. Hesar treystu kvinnurnar. Hetta lítla landið. Framúrfrálíkt.
At standa saman við øllum hesum uppgløddu føroysku áskoðarnum hetta desemberkvøldið í Basel og uppliva hesa løtuna var serligt. Sum fjeppari. Sum føroyingur. Sum gamal hondbóltspælari. Men mest av øllum sum kvinna. Rørandi.
Føroysku hondbóltskvinnurnar tryggjaðu sær tað fysta stigið nakrantíð í einum endaspælið.
“Annika í heimsflokki”, “Jana var ótroyttilig”, “Pernille og Brynja bardust í verjuni”
søgdu yvirskrifturnar um hesar mergjaðar kvinnurnar beint aftaná. Fyrimyndarligt. Saman við øllum hinum á vøllinum, teimum á beinkinum og teimum, sum banka uppá at koma inn á liðið.
Okkara nýggju hondbóltshetjur hava staðfest seg og eru veruliga komnar úr skugganum av hondbóltsmonnunum. Hetta kvøldið vunnu føroysku áskoðararnir og hondbóltskvinnurnar øll hondbóltshjørtuni í Jakobshøllini í Basel.
Rúm 5 – Hetjur
Í Kunstmuseum Basel, sum liggur mitt í býnum, er alt úr betongið. Gráar gongir og gráar trappur. Høgt til loftið. Heitt er inni. Okkurt slag av einsemi og hátíðarligheit rakar meg, meðan eg gangi frá einari hædd í aðra. Eitt sindur óunniligt. Kanska soleiðis, sum tað eigur í einum stórum víðargitnum listasavni. Og so eru tað allir Unterbergarnir frá dystinum í gjár, sum enn renna runt í kroppinum og gera sítt til ein heldur skroypiligan likamligan stand.
Vit koma fram til sýnishølið við Paulu Rego. Paula Rego er portugisisk listakvinna. Hennara lívsverk verður sýnt fram her í Basel, meðan vit eru her. Sum var tað meiningin. Sum visti hon, at føroysku kvinnurnar høvdu tikið hetta fyrsta slóðbrótandi stigið. Skriva kvinnusøgu.
Paula Rego varð fødd í Portugal í 1926 og doyði í 2022. Hon var ein av teimum mest framtraðkandi listakvinnunum seint í 20. og fyrst í 21. øld. Kend serliga fyri hennara málningar og print, sum eru grundað á søgubøkur. Hennara arbeiði byggir ofta á eitt feministiskt sjónarmið, litað av sagnum úr Portugal.
Inni í rúmi 5 saman við øllum forteljingunum um kvinnuligar hetjur, dvølji eg við eina.
Mynd: Brancaflor - djevulin og kona hansara í songini (1975)
Rego var, sum nevnt, hugtikin av portugisiskum sagnum. Grundað á sagnina um Brancaflor, skapti hon litfagrar vatnlitamálningar sum fortelja søguna um hvussu dóttir djevulin nýtir sínar gandakreftir at hjálpa einum ungum manni at fáa bilbugt við ómøguligu uppgávurnar, sum pápin setur honum. Fyri Rego høvdu hesar hetju-innu forteljingarnar serligan týdning í mun til avbjóðingarnar hjá kvinnum í einum heimi har menn hava ræðið. Tí var hon upptikin av at geva hesum forteljingum eitt serligt pláss.
Vit hava brúk fyri
kvinnuligum hetjum.
Vit hava brúk fyri
søgum um kvinnuligar hetjur.
Forteljingar
festar á blað.
So tær vara við og
liva alt lívið.
Aftaná lívið.
Basel og okkara søga.
Í miðbýnum í Basel er serstakliga friðarligt. Fitt av fólki, næstan allatíðina. Mestum eingir bilar. Bert nakrir fáir elbilar og elskutarar strúka lætt framvið. Og so sporvognar, sum næstan ikki hoyrast. Í Basel taka tey væl ímóti ferðafólki. Vit koyra millum annað ókeypis í teirra sporvognum og vit sleppa inn í øll søvn teirra fyri hálvan prís. Takk fyri tað, Basel.
Jólahugnin hevur lagt seg sum eitt vetrarteppið yvir hugnaliga býin og á okkara bjartskygdu føroysku hondbóltsherðar.
Vit búgva á hotellinum, sum nógvir aðrir føroyingar búgva á, B&B Basel. Tað er ikki eitt stórt hotell, hvørki so ella so. Umstøðurnar eru í lagi, men plássið er avmarkað, bæði á kømrunum og á felagsøkjunum, so vit trívast betri inni í hugnaliga miðbýnum.
Vit ganga túrar framvið Rínánni. Lata mjúku vetrarsólina kína kjálkar okkara. Vit vitja jólamarknaðir, Dómkirkjuna og fara á hugnaligar matstovur. Drekka glühwine.
Glühwine við Rom. Og Jægerte.
Vit eru nakrar barndómsvinkonur, sum eru farnar avstað saman við okkara makum - allar hava vit spælt hondbólt saman. Uppvaksnar í Hoyvík og byrjaðu at spæla hondbólt í H71. Og vit elska allar hondbólt. Og so elska vit, at kvinnurnar hjá Føroyum nú eru komnar til sítt fyrsta EM endaspæl. Hesar seigu, drivnu kvinnurnar. Treiskar. Tað vilja vit heiðra. Vit vita tí eisini frammanundan, at hetta skal vera ein veitsla.
Á onkran hátt er hetta eisini blivin ein túrur, har vit eisini saman leita afturá. Uttan at tað var eitt mál. Hvussu var tað at vera genta og spæla hondbólt seint í 1980unum í Føroyum? Hvønn leiklut koma hesar kvinnurnar á okkara landsliðið at hava fyri okkara døtrar og synir? Hvørjar sjálvsmyndir og idealir eru hesar kvinnurnar við til at skapa fyri komandi ættarlig av kvinnuligum hondbóltsspælarum og øðrum?
Rúm 1 – Sjálvsmyndir
Í Kunstmueseum Basel standi eg í rúmi 1 og temaið er sjálvsmyndir. Fyrsti málningurin er av Paulu Rego sitandi í einum stóli. Á myndini vísir kropsburðurin, at hon krevur sítt pláss á ein hátt, sum vanligt er meira monnum líkt. Hennara limaburður er sterkur, beinini eru spreidd og hon roykir pípu. Við einum meira maskulinum útrykki í sínari sjálvsmynd, skapar hon ein ófrið hjá mær, sum leggur upp til reflektiónir um hvussu vit enn í dag leggja dent á og hava fokus á uppdeiling av maskuliniteti og femininiteti – har annað hoyrir til kvinnur og annað til menn. Hon fær meg at ivast. Blíva eitt sindur ørkymlaða. Deiliga provokerandi.
Tað fær meg at hugsa um, at í ítrottarheiminum verður hesin skilnaðurin millum sterk og veik og hvat ger okkum før og minni før, týðiligur. Serliga tí, at tað er kropsliga avrikið, sum sæst aftur. Nógv fokus er á hvat likamið kann og megnar. Og tá spæla okkara siðbundnu fatanir av maskuliniteti og feminiteti ein stóran leiklut.
Mynd: Listakvinnan í hennara atelier (1993)
Ein kvinna við stórum armrørslum.
Ein maður við angandi hári.
Ein maður við gleivandi beinum og varrastift.
Ein kvinna við stokkum og krússi av øl.
Ein kvinna, sum stillar seg fremst.
Ein maður, sum heldur seg aftur.
Eitt menniskja.
Sum livir upp til væntanir.
Kanska.
Sum skumpar undir friðin.
Aftur í Jakobshøllini -
Um at vera genta og kvinna í ítrotti
Týsdagur 3. Desembur. Vit eru aftur í Jakobshøllini og føroysku kvinnurnar skulu spæla ímóti Danmark. Tað er ein rættuliga ómøgulig uppgáva - Danmark er ein tann fremsta hondbóltstjóðin í heiminum. Men okkara kvinnur lata seg ikki skaka og herja á. Við øllum tí, sum tær hava.
Og tað gera vit eisini á okkara áskoðaraplássum. Vit skulu hava tann hvíta múrin at lýsa.
“Føroysku Fjepparnir eru ikki bara fjepparir, hetta er ein felagsskapur. Fjepparnir kenna seg sum ein part av liðnum. Og tað er heilt serligt at uppliva” segði danski landsliðsvenjarin aftaná dystin móti Kroatien. Og eg haldi tað lýsir væl hesa serligu felagsskapskensluna og tann hvíta múrin.
Kenslan av at hoyra til og standa saman um nakað størri. Kanska tann mest grundleggjandi og átrokandi sálarfrøðiligi tørvurin vit menniskju hava.
Hvíti múrurin.
Hvíti favnurin.
Hvíta villdjórið.
Reisir seg upp úr
brúsandi eldgosinum.
Gløðandi neistar
festa í eldfimar
leikarar á vøllinum.
Eins og vóru vit
metallutir í bræðing,
smelta vit saman.
Og so sleppa vit.
Lata kenslurnar taka yvir.
Geva okkum til dystin
saman við teimum.
Vóna við heilum,
heitum hjørtum.
Elska slitið.
Áræðið.
Hetjudirvið.
Vit standa andlit til andlit
við hina stammuna.
Eitt lið. Eitt fólk.
Ein kensluligur motorur.
Hendur taka
hvørja aðra,
byggja hvíta múrin,
skapa okkurt størri.
Vit standa sum ein.
Berjast fyri hvítum,
bláum og reyðum.
Vakra
opium
fólksins.
Hvíti múrurin.
Hvíti favnurin.
Hvíta villdjórið.
Tað er mín uppfatan, at gentur og kvinnur altíð hava noyðst at barst eitt sindur harðari fyri at prógva seg í ítrotti. Ikki bara í Føroyum, men eisini alla aðra staðni í heiminum síggja vit, at eitt nú professionalisering gongur nógv seinni hjá kvinnum enn monnum í flestu ítrottargreinum.
Kvinnurnar skulu arbeiða meira fyri at verða sæddar og fáa viðurkenning. Og eisini fyri skapa áhuga og eldhuga fyri kvinnum í ítrotti sum heild. Hetta hevur eitt nú føroyska Hondbóltsambandið arbeitt málrættað við nú í nøkur ár; at tryggja eins møguleikar fyri kvinnur og menn í hondbólti. Og kanska er tað eisini tað, vit heysta fruktirnar av nú.
Rúm 3 – Kynsbardagin
Í Kunstmuseum Basel gangi eg spakuliga inn í rúm 3, sum hevur temaið Kynsbardagin. Hendan listasýniningin hjá Paulu Rego hevur tikið meg av bóli. Eg gangi tí spakuliga og drýggi mær løturnar, so nógv sum til ber. Myndin við kadettinum og systir hansara dregur meg.
Mynd: Kadetturin og systir hansara (1988)
Á myndini situr ungi maðurin á einum bonki í sínum egna hugaheimi. Fráferð hansara stendur eyðsýnt fyri durunum. Systir hansara liggur á knæ frammanfyri honum og bindir lissurnar hjá honum. Hóast hetta sýnist sum systirin er í einari undirgivnari støðu, so bendir reyði liturin á klæðunum og varlátna smíl hennara á eitt sjónligt uppbrot hjá Rego við maktbygnaðir – í hesum føri siðbundnu kynsstigskipanina.
Hóast verkið nágreiniliga lýsir ella fortelur okkum støðuna og forholdið millum hesi bæði, so sita vit eftir við einari duldarfullari kenslu av, at hóast okkurt sær út á ein hátt, so er veruleikin ikki neyðturviliga hin sami.
EM er av á hesum sinni.
Tað hevur verið ein ógloymandi ferð.
Eg gleði meg at fylgja okkara kvinnum á leið teirra frameftir.
Takk fyri hondbóltin, kvinnur.
Takk fyri fragdina, hvíti múrurin.
Takk fyri íblásturin, Paula Rego.
Takk fyri upplivingina, Basel.
Takk fyri kvinnuhetjurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald