Hondbóltur

Hetta siga HSF og landsliðsprofilar um lutakastið

Hondbóltssambandið kallar tað ein spennandi og avbjóðandi bólk, og í viðmerkinginum til Kringvarpið siga spælarar millum annað, at Spania allarhelst er sterkasta landsliðið í aldursbólkinum, at Føroyar eru favorittar at vera tvey'ari, og at hetta er sum "The Last Dance".

Pauli Jacobsen og Hákun West av Teigum kenna stóru stykrina hjá Spania men ikki so nógv til hini liðini. Tó torir serliga Hákun at áseta Føroyum ein favorittleiklut í mun til Angola og Japan (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Jacobsen og Hákun West av Teigum kenna stóru stykrina hjá Spania men ikki so nógv til hini liðini. Tó torir serliga Hákun at áseta Føroyum ein favorittleiklut í mun til Angola og Japan (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-17 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssamband Føroya kallar HM-lutakastið seinnapartin eitt gott og spennandi lutakast, har føroyska U21-landsliðið fer at fáa ymiskar avbjóðingar: 

- Talan er um ein spennandi og avbjóðandi bólk. Spania gjørdist evropameistari til EM í fjør, har Føroyar gjørdist nummar 10, meðan Japan vann asiatiska U21 endaspælið. Angola gjørdist nummar 4 í afrikanska endaspælinum

HM-endaspælið fyri U21 landslið verður spældi í Berlin, Magdeburg og Hannover í Týsklandi og í Athen í Grikkalandi, dagarnar 20. juni – 2. juli. Innleiðandi bólkurin hjá Føroyum er staðsettur í Magdeburg, høvuðsumfarið í Hannover og síðani vera  plaseringsdystir í Hannover ella Berlin, skrivar hsf.fo. 20, 21 og 23. juli spæla Føroyar móti ávíkavist Angola, Japan og Spania - sjálv dystarraðfylgjan er ikki komin uppá pláss enn - í bólki D

Les eisini: Favorittar at fara víðari saman við Spania

Viðurkenna stóru styrkina hjá Spania - ætla at enda við einum braki

- Eg haldi, at lutakastið sær spennandi út, og vit hava góðar vónir til at spæla okkum víðari úr bólkinum.Eg kenni ikki styrkjuna hjá hvørki Japan ella Angola, so tað er ringt at meta um, hvat fyri mótstøðu vit fáa har. Styrkina hjá Spania kenna vit væl, og teir eru allarhelst sterkasta landsliðið í okkara aldursbólki.

Soleiðis segði málverjin Pauli Jacobsen í viðmerking við Kringvarpið stutt eftir lutakastið. Hoyvíkingurin viðurkennir harvið, at evropameistarin sjálvandi vera ógvuliga sterk mótstøða, men spælskiparin og fyrrverandi liðfelagin upp ígjønum árgangirnar hjá H71 og í Skanderborg vísir til kurvabóltslegendu og tað, at góði árgangurin skal enda heilt væl:

- Vit hava sæð hasa Michael Jordan-seriuna, The Last Dance, og vit siga, at hetta er The Last Dance hjá U21-landsliðnum, so vit gleða okkum øgiliga nógv og ætla at enda við einum braki

[object Object]
Hesir spælararnir hava higartil megnað nógv stór ting saman (Mynd: HSF) 

Soleiðis segði Elias Ellefsen á Skipagøtu við KVF fyri nøkrum døgum síðan. Ein annar javngamal hoyvíkingur hevur góðar vónir eftir lutakastið, og hóast Hákun West av Teigum vísir á onkra styrkir hjá Japan, so metir besti ungi høgri vongurin í heiminum Føroyar at vera favoritt at koma víðari saman við Spania

 - Vit vita ikki so nógv um Angola, men Japan eru vanliga lítlir og fintusterkir, og slíkum liðum hava vit havt trupulleikar av fyrr. Tað sigur seg sjálvt, at Spania er favorittur, men eg tori væl at siga, at vit eru klárir favorittar at taka 2. plássið, sigur Hákun West av teigum við Kringvarpið. 

Her sæst yvirlit yvir allar bólkarnar: 

Bólkur A: Frakland,  Pólland, Kroatia, USA
Bólkur B: Algeria, Týskland, Tunesia, Kosta Rika
Bólkur C: Portugal, Brasil, Kuveit, Libanon
Bólkur D: Spania, Føroyar, Japan, Angola
Bólkur E: Ungarn, Denmark, Argentina, Vinnarin úr Oceania
Bólkur F: Svøríki, Slovenia, Bahrain, IHF Trophy vinnarin
Bólkur G: Serbia, Ísland, Kili, Marokko
Bólkur H: Egyptaland, Grikkaland, Kuba, Saudi Arabia

Hondbóltssambandið skrivar soleiðis um føroysku fyrireikingarnar, har millum annað venjingardystir móti einum øðrum luttakandi landið eru á skránni: 

- Føroysku fyrireikingarnar til HM byrja við einari samling í mars og einari í apríl. Í tíðarskeiðnum 18. mai – 20. juni kemur liðið av venja fast saman tvær ferðir um vikuna. Í juni mánaði fer liðið eisini til Íslands, har venjingardystir vera móti Íslendska U21-landsliðnum, dagarnar 10. og 11. juni.

Venjarar hjá liðnum, sum fyri tað mesta hevur spælarar føddar í 2002-árganginum, eru framvegis Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder