Kappróður

Heykur við aftur

5 mannafør dreingir: 1. Heykur (04.58.20), 2. Royndin Fríða (05.01.00), 3. Karin (05.01.07).

2019-06-22 16:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hjá 5 mannaførum dreingjum eru fleiri um boðið, og í dag koppaði tað til Heyk úr Hósvík.

Heykur, Drekin og Karin fóru skjótt frá hinum, men hósvíkingar vóru stinnari, og lótu ongan inva vera til síðst, og vunnu við meira enn einari bátslongd.

Heykur vann fyrsta róðurin í ár, sum var á Norðoyastevnu, men gjørdist nummar fýra á sundalagsstevnu í Hvalvík fyri tveimum vikum síðani. Nú bragdaði so aftur hjá hósvíkingum á bláa bátinum.

5 mannafør dreingir
1. Heykur 04.58.20
2. Royndin Fríða 05.01.00
3. Karin 05.01.07
4. Drekin
5. Sílið
6. Tjaldrið
7. Firvaldur
8. Ørnin
9. Jallurin
10. Knørrur
11. Teistin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder