Fýra dystir í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældir í gjárkvøldið. Allir favorittarnir vunnu - mest spennandi dysturin á pappírinum var í Norðragøtu, har HB vitjaði Víking. HB varpaði Víking út eftir longda leiktíð í dramatiskum dysti, har teir í ljósabláum avgjørt høvdu sínar møguleikar.
Sí eisini:
EB/Streymur og 1.deildarliðini í Runavíkar Kommunu viðari
HB sendi steypavinnararnar út eftir longda leiktíð í Sarpugerði
Myndir: Víkingur - HB
Samrøður:
Áki Samuelsen: - Hetta er ein ótrulig kensla
Arnbjørn Svensson: - Nógvir partar av okkara spælið rigga í dag
Tveir dystir verða bríkslaðir í gongd klokkan 15. Talan er um dystir millum lið í Betrideildini, og kunnu hesir siga rímiliga nógv um B68, TB, ÍF og 07 Vestur. Tey vilja sjálvandi øll gjarna av álvara gera seg galdandi í steypakappingini, og tættar uppgerðir eru í væntu.
ÍF og 07 Vestur skulu stríðast um pláss í fjórðingsfinaluni í Fuglafirði í dag. Tá liðini hittust í Betrideildini í Sørvági í 1. umfari, endaði tað 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)
FC Suðuroy er einasta liðið úr lægri deild, sum spælir í dag. Oddaliðið í 2. deild hevur bert vunnið í ár, men nú bíðar væl størri avbjóðing. AB hevur ikki fingið stig ella mál í ár, men leggjast skal til merkis at hitt liðið við fullum stigatali í triðbestu deildini er næstbesta liðið hjá argjamonnum. Her er ein møguleiki hjá AB at koma í gongd, men FC Suðuroy hevur onkrar spennandi og sterkar spælarar, so tað krevst kanska at fáa hol á rímiliga tíðliga Inni í Vika hjá heimaliðnum.
Hjá bæði B36 og KÍ er seinasta áttandapartsfinalan ein spennandi styrkiroynd. KÍ koppaði Víkingi eftir sterkan seinna hálvleik sunnudagin og hevur higartil bert vunnið í ár. B36 hevur eisini bast Víkingi og greiddi allar sínar uppgávur í síðstu viku (B36 og 07 Vestur heima, umframt AB á Argjum) Móti HB fyrst í mánaðinum gekk tað ikki hóast gott spæl til tíðir, og liðið hjá Dan Brimsvík tykist at hava størri breidd og hægri toppgóðsku enn undanfarnu árini.
Um tað er nóg mikið at veruliga bjóða KÍ av í kvøld verður áhugavert at síggja B36 hevur so gott sum allar tøkar - KÍ manglar vøddaskadda René Shaki Joensen av teimum føstu. B36 vann síðst á KÍ í juli 2020. Sìðani hava liðini spælt sjey ferðir í Betrideildini, har úrttøkan hevur verið fýra sigrar til KÍ og tríggir javnleikir. Tá liðini hittust seinast í kappingini um Løgmanssteypið vann KÍ 4-3 í Gundadali eftir longda leiktíð. Hetta var fyri fýra árum síðani.
Bjarki Nielsen er byrjaður væl í ár. Í kvøld fáa hann og B36 spennandi avbjóðing í Gundadali. B68 hevur ikki vunnið enn í ár - seinnapartin vitja toftamenn í Trongisvági (Mynd: Sverri Egholm)
Portalurin fylgir gongdini í øllum dystinum við dagføringum á forsíðu okkara í samstarvi við dystir.fo. Eisini gera vit yvirlit, umframt at vit hava myndir, samrøður og meira nágreiniligar dystarfrásagnir frá summum dystum. Í kvøld vera vit í Gundadali.
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - Áttandapartsfinalur
Í dag, leygardagin 22. apríl
15.00:
TB - B68
ÍF - 07 Vestur
16.00: AB - FC Suðuroy
18.00: B36 - KÍ
Televarpið vísir allar dystirnar, og eftir dystin millum B36 og KÍ verður lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum.
Í gjár, fríggjadagin 21. apríl
NSÍ - MB 14-0 (4-0)
1-0 Steffan Løkin
2-0 Atli Djurhuus Petersen
3-0 Jógvan Højgaard
4-0 Oddur Højgaard
5-0 Jógvan Højgaard
6-0 Hans Marius Davidsen
7-0 Mamuka Toronjadze
8-0 Andri Benjaminsen
9-0 Teitur Knudsen
10-0 Pætur Hentze
11-0 Betuel Hansen
12-0 Steffan Løkin
13-0 Beinir Nolsøe
14-0 Jógvan Højgaard
Skála - B71 3-1 (0-0)
53' Carlos Ferreira 1-0
56' Meinhard Janusarson (Carlos Ferreira) 2-0
63' Marjus Nón (Hanus Mikkelsen) 3-0
74' Hans Oddson Hentze 3-1
FC Hoyvík - EB/Streymur 0-6
5' Tóki Johannesen (Gutti Dahl-Olsen) 0-1
13' Gutti Dahl-Olsen (Bergur Poulsen) 0-2
50' Bogi Reinert Petersen (br. - Jákup Hummeland) 0-3
61' Jákup Hummeland (Gutti Dahl-Olsen) 0-4
65' Virgar Jónsson (Bergur Poulsen) 0-5
85' Filip Djordjevic (Hans Pauli á Bø) 0-6
Les eisini: EB/Streymur og 1. deildarliðini í Runavíkar kommunu víðari
Víkingur - HB 1-2 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
17' Hanus Sørensen (Adrian Justinussen) 1-0
55' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi) 1-1
114' Áki Debes Samuelsen (Viljormur Davidsen) 1-2
Sí eisini:
HB sendi steypavinnararnar út eftir longda leiktíð í Sarpugerði
Myndir: Víkingur - HB
Samrøður:
Áki Samuelsen: - Hetta er ein ótrulig kensla
Arnbjørn Svensson: - Nógvir partar av okkara spælið rigga í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald