- Hetta er ein spennandi uppgáva. Nú havi eg verið ungdómslandsliðsvenjari í nøkur ár so at koma upp á A-landsliðið, og síggja hvat gongur fyri seg her er gott og ótrúliga spennandi.
Soleiðis segði Hjalti Mohr Jacobsen, tá Portalurin fekk orðið á nýggja hjálparvenjaran á føroyska manslandsliðnum. 38-ára gamli havnarmaðurin hevur tikið við eftir Julian Johansen.
Hjalt og Peter Bredsdorff-Larsen fyrireika nú føroyska liðið til fyrstu uppgávurnar í undankappingini til EM 2026. Føroyar leggja fyri móti Kosovo (heima, mikudagin) og Ukraina (úti, sunnudagin).
Vit spyrja nýggja hjálparvenjaran um fult stigatal ikki er kravið, nú Føroyar eru styrkismettar omanfyri hesi bæði liðini.
- Kravið má verða tvey stig. Um vit fáa vit tað, so eru vit í einari fínari støðu eftir fyrstu umførini. Null stig hevði verið hevði verið keðiligt, meðan fýra hevði verið øðiliga gott. Men í øllum førum tvey stig má verða málið.
Altso at vinna annan dystin. Hjalti setti eisini orð á, hvat liðið hevur arbeitt við higartil.
- Vit hugsavnaðu okkum um verjuspælið í gjárkvøldið og nú fyrrapartin. Tað er náturligt, tá Elias og Hákun ikki hava verið við. Teir koma til landið nú og verða við til venjingina í kvøld. Tá fara vit at koma meira inn á álopsspælið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald