placeholder
Fótbóltur

HJK - HB: Her er liðið hjá HB og leinkja til stroyming

Fyrsta bríksl í Champions League-dystinum í Helsinki er um lítlan hálvan tíma. René Shaki Joensen er á bonkinum hjá føroyameistarunum.

Tróndur Jensen og HB skulu um eina løtu í eldin ímóti liðnum, ið Gunnar Vatnhamar skoraði ímóti tvær ferðir í fjør - Mynd: Sverri Egholm

Tróndur Jensen og HB skulu um eina løtu í eldin ímóti liðnum, ið Gunnar Vatnhamar skoraði ímóti tvær ferðir í fjør - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-09 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB skal um eina løtu spæla sín fyrsta evropeiska dyst í trý ár. Hetta er leingi fyri eitt so stórt felag, og uppgávan í dag er eisini stór. Finska meistaraliðið HJK Helsinki, ið vann 5-2 á Víkingi í kappingini fjør, tekur ímóti. 

Les eisini:
Nú skal HB royna seg í Champions League

Annað árid á rað er HJK Helsinki avbjóðingin

Hemir Guðjónsson og Rasmus Nolsøe hava sett liðið í Finnlandi. Talan er um júst somu ellivu ið byrja, sum í undanfarnu dystum í Betrideildini ímóti Skála og ÍF: 

Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Bartal Wardum, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Rúnasson Justinussen, Hørður Askham, Tróndur Jensen, Símun Samuelsen - Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen.

Grafikkurin hjá UEFA setur hetta upp sum eina 4-4-2 leikskipan, men Dan í Soylu kemur allarhelst at spæla sum ein hangandi áleypari.

Á bonkinum er tað mest spennandi navnið Rene Shaki Joensen. Miðvallarin er komin aftur til barndómsfelagið í summar, og kemur helst inn til sín fyrsta dyst í dag. Brynjar Hloðversson hevur ikki spælt í tveir mánaðir, men er á bonkinum í dag: 

Bjarti Vitalis Mørk, Sebastian Pingel, Brynjar Hloðversson, Daniel Johansen, Pætur J. Petersen Rene Shaki Joensen, Símun Sólheim

Faceobook-síðan hjá HB vísir til leinkju, har til ber at stroyma. Trýst á her, fyri at síggja dystin 


Tað vísur seg, at tað ikki ber til at hyggja á dystinum á ávístu leinkju. Til ber tó at finna dystin aðrastaðni á netinum, og til ber at fylgja støðuni á forsíðu okkara.

(Í hálvleikinum er støðan 2-0, men HJK fekk ein leikara útvístan eftir hálvan tíma) 

Dagført: 17.50

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder