Fótbóltur

Hjulmand: - Elski at vera í Føroyum

Danski landsliðsvenjarin hevur virðing fyri fótbóltinum her og fyri landsliðnum, ið hann sigur kann geva Danmark trupulleikar í morgin, um danir ikki avrika upp til sítt støði. Nógvar broytingar vera helst at síggja á danska liðnum.

Kasper Hjulmand sigur, at hann hevur virðing fyri tí serliga huglagnum, sum verður í dystinum í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Kasper Hjulmand sigur, at hann hevur virðing fyri tí serliga huglagnum, sum verður í dystinum í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-03 21:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggja høli, ið verður brúkt til tíðindafundir á Tórsvølli, kom veruliga til sín rætt, tá danska landsliðið tíðliga í kvøld hevði tíðindafund í samband við, at fyrsti dystir millum londini, í einari undankapping á A-landsliðsstøði í Føroyum, verður leiktur í annaðkvøld. Ein rúgva av donskum tíðindafólki var til staðar, og tað vóru millum annað nógv kend andlit og kendar røddir, sum vanliga eru at síggja og hoyra á ymsu donsku sjónvarpsráunum, ið sótu og lurtaðu/spurdu. 

Við landsliðsvenjaranum Kasper Hjulmand vóru miðvallararnir Christian Nørgaard og Mathias Jensen. Teir spæla til dagliga í Brentford, sum spælir í Premier League. Tá Hjulmand varð spurdur um broytingar í byrjanaruppstillingini, í mun til 2-0 sigurin á Skotlandi í Parkini mikuvkøldið, segði hann, at tað vera broytingar, men hann kundi ikki siga nakað konkret, uttan tað at teir báðir, ið sótu við síðuna av honum, fara at byrja inni - uttan so at teir ikki fingu skotið ein bólt ordligt til venjingina.

[object Object]
Royndi frásøgumaðurin, Flemming Toft frá TV2, ið var røddin aftanfyri EM-gullið í 1992. Aftanfyri til vinstru situr fyrrverandi badminton-leikarin, Camilla Martin, sum í nógv ár hevur arbeitt sum vertur og fjølmiðlafólk. Hon er fyri kortum skift til júst TV2 frá Viaplay 

[object Object]
Til høgru sæst Morten Bruun, sum var við í EM-hópinum í 1992, og sum í mong ár hevur verið viðmerkjari og serfrøðingur

[object Object]

[object Object]
Nakrir danskir miðlar sluppu at gera samrøður við Hjulmand, Jensen og Nørgaard áðrenn venjingina (Myndir: Sverri Egholm)

Mattias Jensen hevði ógvuliga gott tamarhald á bóltinum, seinast hann var á Tórsvølli. Nú langhærdi miðvallarin var tá FC Nordsjælland-leikari, varð skúlaður av millum annað Kasper Hjulmand, og var í 31. august 2017 liðformaður á danska U21-landsliðnum, ið sannførandi vann 3-0 á Tórsvølli. Hinir báðir málskjúttarnir tann dagin, Marcus Ingvartsen og Rasmus Nissen Kristiensen, vandu eisini á Tórsvølli í kvøld, og tað gera teir. ið mannaðu miðverjuna í føroyska høvuðsstaðnum fyri fýra árum síðani, Joachim Andersen og Victor Nelsson, eisini. Teir eru fyri kortum seldir til ávíkavist Crystal Palace og Galatasaray. Joachim Mæhle sat á bonkinum allan dystin. Portalurin spurdi Mattias Jensen um hendan U21-dystin, og hvussu hann sá uppá føroyska landsliðið nú: 

- Tað er avmarkað, hvat eg veit um føroyskan fótbólt, men vit vita, at vit møta einum hartarbeiðandi og stríðsfúsum liði, sum kemur við øllum, sum tað hevur - nakað tað sama sum Skotland, ið vit spældu ímóti síðsta dyst. Vit skulu vera ordiliga á í morgin. Eg minnist, at vit fyri fimm árum síðani als ikki komu ikki lætt til tað, hóast vit vunnu 3-0, sigur Mathias Jensen

[object Object]
Mathias Jensen

[object Object]
Nógvir miðlar á tíðindafundinum (Myndir: Sverri Egholm)

Graslíki og hópurin
Sum so ofta fyrr høvdu útlendsku tíðindafólkini sjóneykuna á undirlagnum. Vit hava jú graslíki á Tórsvøli. Tað er nýtt og gott men øðrvísi í mun til tað undirlag, sum danir eru vanir við. Kasper Hjulmand, landsliðsvenjari, segði, at tað er nakað serligt, at tað verður eitt umskifti frá graslíki til gras uppá fáar dagar, men at teir annars ikki hugsa ikki um tað - Nú venja vit á tí í kvøld, og so taka vit tað harfrá. Mathias Jensen spældi fast á graslíki í FC Nordsjælland men hevur ikki spælt á tí síðani.

Hjulmand vildi sum sagt ikki avdúka nakað um byrjanaruppstilling, men segði at allir 25 mans, ið eru við í Føroyum, eru tøkir. Álopskendi leikararnir Martin Braithwaite og Kasper Dolberg komu ikki við orsakað av skaðatrupulleikum.

Landsliðsvenjarin segði, eftir spurning frá donskum miðlum um liðið, at teir ógvuliga gjarna vilja spæla við tempo og inntensiteti. Hetta eru lyklaorðini í leikháttinum hjá dønum, og saman við tí, at nógv góðska er í hópinum, og at Hjulmand sigur seg hava 100 % tiltrúgv til allar leikararnar í hópinum, kunnu nógvar broytingar væntast í mun til dystin Skotlandi.

Sí eisini: 
Hallur: Vit fara all inn
Sølvi: Skulu leggja nógv fyri og gera tað betri í verjustøðu

Tilknýti til Føroya

- Vit skulu spæla móti brøðrum okkara

Soleiðis byrjaði Kasper Hjulmand tíðindafundin. 49-ára gamli venjarin segði, at hann elskar at vera í Føroyum, og at talan er um serstakar oyggjar. Hjulmand hevur seinastu árini havt nakað av samstarv við Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ, ið vitjaði hann í FC Nordsjælland, og í fjør vitjaði Hjulmand Mikkjal og KÍ. Hetta kom venjarin inn á, og hann nevndi eisini, at hann hevði Christian Holst sum leikara í Lyngby, og at hann hevði samskifti við nógv fantastisk fólk innan fótbólt í Føroyum

- Tað er stuttligt at síggja, hvussu fótbólturin er undir umstøðunum í Føroyum, og eg havi stóra virðing fyri fótbóltinum her og umstøðurnar og sálarfrøðina, sum verður í dystinum í morgin. Tað vera, sum eg skilji, umleið 10 prosent av íbúgvunum í Føroyum á leikvøllinum. Vit eru varugur við, at vit eru greiðir favorittar, men tað kann gerast trupult, um vit ikki eru til staðar 100 prosent

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Vit spurdu Kasper Hjulmand, um hvussu hann sær uppá menningina síðani venjingardystin í Herning í fjør, har Danmark vann 4-0 við fýra málum í 1. hálvleiki - bæði hjá Danmark og Føroyum - og hvussu hann sær uppá føroyska liðið: 

- Teir eru vælskipaðir, hava góðar bóltspælarar á miðvøllinum, sum vit kenna eitt sindur til og kunnu nakað uppá deyðbóltar. Teir eru truplir at spæla ímóti, og vit hava avgjørt virðing fyri mótstøðliðum. 

- Vit hava spælt eina rúgvu av dystum seinasta árið og hava flutt okkum rætta vegin, og eg stórfegnist um stóru menningina, sum eg síggi. Nógvir leikarar fingu veruliga møguleikan móti Føroyum seinast og hava síðani tikið av, og tað eru nógvir leikarar, ið bjóða seg fram. Samanhald okkara er eisini vaksið av tí, sum vit hava verið ígjøgnum saman - bæði tí ringa og tí góða

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður í annaðkvøld klokkan 19.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder