Í dag er triðji dagurin í HM-endaspælinum í Danmark og Týsklandi. Byrjunardagin vóru vertstjóðirnar í eldinum, og í gjár vórðu tíggju dystir leiktir. Nógvir favorittar vóru og teir allarflestu vunnu. Tó loypti Angola hvøkk á við at vinna á Katar, har avgerandi málið kom í seinasta sekundi. Tveir javnleikir vóru, Norra og Svøríki komu væl frá byrjan móti norðurafrikonskum londum, og Ìsland spældi næstan líka upp við sterku kroatarnar.
Størsta søgan í Danmark og í Føroyum í dag er, at Hans Lindberg aftur er vorðin skaddur, og Jóhan á Plógv Hansen tískil er skiftur inn í hópin. Føroyski vongurin hjá Bjerringbro-Silkeborg avloysti Lindberg í seinastu venjingardystunum, men rutineraði vongurin gjørdist til reiðar til dystin móti Kili og leikti ein hálvleik hóskvøldið. Sambært danska hondbóltssambandinum kom skaðin av einum samanstoytið í dystinum, og 37-ára Lindberg tørvar nú frið fyri at koma fyri seg aftur.
Les eisini: Johan sleppur við til endaspølið hóast alt
Tí ber møguliga til at síggja ein føroying í einum HM-endaspæli í kvøld. tá 24-ára gamli havnarmaðurin og Danmark taka ímóti Tunesia. Tað er kl. 19.15 í Herning. Jóhan á Plógv Hansen kemur at vera eykamaður fyri Lasse Svan Hansen. Danmark vann risasigur á Kili, har liðið til tíðir spældi frálíkan hondbólt, og er aftur stórfavorittur í dag, hóast mótstøðan er sterkari.
Í sama bólki sum Danmark er Norra, ið vann trygt á Tunesia í gjárkvøldið. Seint seinnapartin skal Saudi Arabia koppast. Bólkur A er eisini í gongd í dag. Mest spennandi dysturin í Týsklandi verður í kvøld, tá Frakland og Serbia hittast.
Bólkur A:
Týskland 2
Frakland 2
Russland 1
Serbia 1
Brasila
Korea
14.30: Russland - Korea
17.15: Týskland - Brasilia
19.30: Frakland - Serbia
Bólkur B:
Spania 2
Makedónia 2
Kroatia 2
Ísland 0
Japan 0
Bahrain 0
Bólkur C:
Danmark 2
Norra 2
Eysturríki 2
Saudi Arabia 0
Tunesia 0
Kili 0
14.00: Eysturríki - Kili
16.30: Norra - Saudi Arabia
19.15: Danmark - Tunesia
Bólkur D:
Svøríki 2
Angola 2
Ungarn 1
Argentina 1
Qatar 0
Egyptaland 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald