Nikolaj Jacobsen hevur nú aftur sent boð eftir Jóhan á Plógv Hansen til danska landsliðið í hondbólti. Hans Lindberg fekk ein skaða í dystinum móti Chili hósdagin, og hann verður tí ikki við til dystin móti Tunesia í kvøld.
Hans Lindberg var eisini ivasamur undan HM-kappingini, og Jóhan á Plógv var inni í hitanum til teir báðar venjingardystirnar áðrenn kappingina. Men í síðstu løtu var hann sáldaður frá.
Talan er ikki um ein álvarsligan skaða hjá Hans Lindberg, og væntað verður at hann verður tøkur aftur seinni í kappingini.
Men Jóhan á Plógv Hansen er í øllum førum við, og vit fara møguliga at síggja føroying á vøllinum í dystinum móti Tunesia í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 19:15 og verður vístur á TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald