HM-endaspælið hjá kvinnum hevur koyrt síðani síðst í november. Svøríki, Noreg og Danmark hava vertsleiklutin, og tey trý skandinavisku londini eru framvegis við í stríðnum um finalupláss.
Nú farið verður til fjórðingsfinalurnar eru eingir dystir eftir í Svøríki, og tveir teir seinastu dystirnir í Noreg verða spældir í kvøld. Frakland er risafavorittur móti Kekkia í fyrstu fjórðingsfinaluni. Frakland var í HM-finaluni fyri tveimum árum síðani. Kekkisku kvinnurnar eru ongantíð komnar so langt í einum endaspæli áður - tær endaðu beint frammanfyri Brasil og Spania í høvuðsumfarinum. Spania var í finaluni fyri fýra árum síðani.
Tá vunnu Niðurlond gull á fyrsta sinni. Uppgerðin í Trondheim móti vertunum í kvøld er tann á pappírinum nógv mest spennandi í fjórðingsfinalunum. Noreg tapti fyri Fraklandi í bólkafinaluni í høvuðsumfarinum. Heimaliðið er tó framvegis favorittur í sínari fjórðingsfinalu. Noreg stríðst fyri at endurvinna heimsmeistaraheitið.
Mynd: EPA
HM-fjórðingsfinalurnar
Í dag, týsdagin 12. desember
16.30: Frakland-Kekkia (TV2 Sport/TV2 Play)
19.30: Niðurlond-Noreg (DR2/DR TV)
Í morgin, mikudagin 13. desember
16.30: Svøríki-Týskland
19.30: Danmark-Montenegro
Danmark var fyri skelki í fyrsta umfarinum í millumumfarinum, tá Japan vann við einum máli í Boxen. Síðani hevur vertstjóðin vunnið á Póllandi og Týsklandi. Dreymurin um at spæla hálvfinalur og finalu í Herning livir harvið enn, og Montenegro er eitt lið, ið Danmark eigur at vinna á.
Í bólkinum, har Týskland eisini kom víðari, endaði Rumenia beint aftanfyri. Tað er eitt lið, ið Føroyar fleiri ferðir hava møtt. Føroysku kvinnurnar royndu seg móti Svøríki í oktober - Svøríki og Týskland bresta saman í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald