Hondbóltur

HM-hópurin savnast í Føroyum mánadagin

Ein vika við fyrireikingum, vitjanum og einum venjingardysti fyri framman undan fráferð til Trier. Fyrsti HM-dysturin verður spældur um tíggju dagar, mikudagin 26. november.

Í oktober vunnu Føroyar flottan og søguligan EM-undankappingarsigur í Íslandi - leygarkvøldið 22. november hittast liðini til HM-fyrireikingardyst við Tjarnir, áðrenn kósin tveir dagar seinni verður sett til Týsklands (Mynd: Sverri Egholm)

Í oktober vunnu Føroyar flottan og søguligan EM-undankappingarsigur í Íslandi - leygarkvøldið 22. november hittast liðini til HM-fyrireikingardyst við Tjarnir, áðrenn kósin tveir dagar seinni verður sett til Týsklands (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-16 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spælarar og venjarar hava um vikuskifti havt sínar seinastu uppgávur við feløgunum undan HM-steðginum. Frá í morgin snýr tað seg bert um at vera til reiðar til søguligu uppgávuna fyri Føroyar.

Tá føroyska liðið fer á vøllin í týska býnum Trier um tíggju dagar - 26. november klokkan 19.30 móti Montenegro - verður tað fyrsti HM-endaspælsdystur hjá einum føroyskum vaksnamannalandsliðið. Samstundis verða Føroyar minsta landið higartil í eitt heimsmeistaraheitið í hondbólti hjá teimum vaksnu.

Sí eisini: Føroyar verða minsta landið higartil í einum endaspæli

Fyrstu undankappingardystirnir til EM 2026 vóru í oktober, og vóru teir ein góð fyrireiking til HM-endaspælið. Bæði harði heimadysturin móti Montenegro og søguligi sigurin í Íslandi.

[object Object]
Leygarkvøldið verður møguleiki at síggja føroyska HM-hópin royna seg á heimavølli móti Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

Ein dystur skal spælast afturat, áðrenn HM byrjar. Hann verður eisini móti Íslandi, ið kemur til Tjarnir leygarkvøldið 22. november.

Hóparnir ferðast síðani sum skilst saman til Týsklands. Hetta verður mánadagin 24. november. Í vikuni fram til tað hevur føroyska liðið nógvar venjingar og fundur í Føroyum - byrjað verður í morgin - og eisini eru vitjanir á skránni. Millum annað mikudagin, tá HM-hópurin vitjar ymsastaðni í Eysturoynni.

Portalurin og FM1 fara at fylgja fyrireikingunum og fara til Týsklands við trimum fólki. So nógv meira verður at síggja, hoyra og lesa komandi tíðina

--------------------------------------------

HM-hópurin: 
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (Danmark)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (Danmark)
Gylta á Neystabø, Kyndil

Vengur:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Karin Egholm, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (Danmark)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71

Strikur:
Pernille Brandenborg, Storhamar (Noreg)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (Danmark)

Bakkar:
Elsa Egholm, Ajax København (Danmark)
Jana Mittún, Viborg HK (Danmark)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (Danmark)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (Danmark)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (Danark)
Marita Mortensen, HØJ (Danmark)
Marianna Geirsdóttir Eystberg BK Ydun (Danmark)
Maria Halsdóttir Weyhe, H71

Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.

Sí eisini: Annika og Marianna koma inn í hópin til EM-endaspælið

Dystarskráin til bólkaspælið í Trier:
Mikudagin 26. nov kl. 19.30: Montenegro – Føroyar
Fríggjadagin 28. nov kl. 19.30:
 Spania – Føroyar
Sunnudagin 30. nov kl. 14.30:
 Føroyar – Paraguai

Trý lið koma víðari til meginumfari úr hvørjum bólki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder