Berlin, Týskland (Portalurin) - Trý mál vóru á muni í týska høvuðsstaðnum í morgun - bæði í steðginum og tá samanum kom.
Báðir málverjarnir spældu framúr væl. Pauli Jacobsen reisti seg av álvara eftir dystin móti Serbia og hevði 17 bjargingar. Trupulleikin var bara, at Mathias Dorgelo úr Odense hevði uppaftur hægri prosent.
Føroyska álopsspælið hevur verið betur í øðrum dystum, og so vóru brendir møguleikar, ið vóru upplagdir, aftur ein trupulleiki í dag. Hákun West av Teigum varð aftur meira ella minni mansvardur á høgra vongi.
Føroyar stríddust væl allan dystin og høvdu nógvar góðar verjustøður, umframt fleiri flott mál, og vóru allatíðina inni í dystinum. Tað eydnaðist tó ongantíð at koma fram um, og Danmark fekk lønt okkum EM-tapið aftur og skal spæla um 5. plássið í morgin.
Okkara U21-menn skulu spæla um at vera nummar 7 í heiminum í morginárini. Tað verður móti Kroatia ella Portugal.
HM-endaspæl fyri U21 menn 2023 - um 5.-8. pláss
Max Schmeling Halle, leygardagin 01.07
Føroyar - Danmark 23-26 (10-13)
Dystargongdin:
5 min: 0-2
10 min: 4-5
15 min: 7-7
20 min: 8-10
25 min: 9-12
35 min: 12-13
40 min: 14-15
45 min: 15-16
50 min: 17-19
55 min: 20-23
Føroyskir málskjúttar:
Ísak Vedelsbøl 5
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (1)
Bjarni í Selvindi 5
Hákun West av Teigum 4
Óli Mittún 2
Janus Dam Djurhuus 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Skoteffektivitetir: Mál/skot: 23/45 = 51 prosent
Upplegg:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7
Óli Mittún 3
Sveinur Olafsson 2
Pauli Mittún 1
Pauli Jacobsen 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 17/41 = 41 prosent
Aleksandar Sasha Lacok 0/2 (Bara inni til tvey brotskøst)
Tekniskar villur:
Føroyar: 4
Danmark: 5
Útvísingar:
Føroyar: 2
Danmark: 3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald