Hondbóltur

HM: Leggja fyri móti sterkasta liðnum í bólkinum

Montenegro eigur endaspælsheiðursmerkir og vann 32-26, tá liðini hittust í EM-undankappingardysti 18. oktober. So er spurningurin, hvat Føroyar hava lært og betrað síðani. Fyrsti HM-dysturin byrjar klokkan 19.30.

Súna Krossteig Hansen og hinar stóðu seg væl fyri steðgin í EM-undandystinum móti Montenegro - nú hittast liðini á HM-pallinum í Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen og hinar stóðu seg væl fyri steðgin í EM-undandystinum móti Montenegro - nú hittast liðini á HM-pallinum í Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-26 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annað árið á rað eru Føroyar til eitt endaspæl á kvinnusíðuni. Montenegro hevur verið við til øll síðani HM 2010, hevur verið í topp-átta seinastu fýra endaspølini og í seks av teimum seinastu sjey.

Í Serbia í 2012 eydnaðist Montenegro at vinna EM - seks ár eftir skilnaðin við júst Serbia. Hetta var við stórspælaranum Bojanu Popovic á odda.

Í 2022, tá Montenegro var eitt av vertslondunum, endaði liðið við bronsuheiðursmerki. Harvið hevur landið eitt evropameistaraheitið og eitt heiðursmerki afturat at vísa á í EM.

[object Object]
Montenegro hevur størsta partin av søguni verið sterkt á serliga kvinnusíðuni í hondbólti - kropsliga sterka liðið van herfyri við seks málum við Tjarnir í EM-undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Í HM-høpi er 5. plássið í Japan í 2019 besta endastøðan higartil - harvið var Balkan-landið nær við at røkka hálvfinalunum tá. Tað er helst slíkt, sum er málið hjá fyrsta HM-mótstøðuliðnum hjá Føroyum hesaferð.  

Montenegro er hægst styrkismett og harvið favorittur í bólkinum. Soleiðis er eisini í EM-undankappingarbólkinum, har Montenegro í 2. umfari vann 32-26 í Føroyum. Tað gekk annars væl fyri steðgin við Tjarnir (14-14), men í 2. hálvleiki vísti Montenegro sín klassa og royndir sínar.

Les eisini: Megnaðu ikki at halda spenninginum móti Montenegro  

Upp til kvøldsins dyst hava tær hjá Føroyum hugsavna seg um bæði tað, sum var gott í uppgerðini í oktober og hvat skal betrast. Serliga skal betri bilbukt fáast við sterku Tatjanu Brnovic á strikuni, spælskiparanum Matea Pletikosic og samanspælinm har. Hesar eru, eins og fleiri aðrar hjá Montenegro, fastir Champions League-spælarar, og tað er ein stór kropslig styrki, sum tær føroysku eru upp ímóti í kvøld.

[object Object]
Montenegro fer ikki at gera lívið lætt hjá Føroyum í fyrsta HM-dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 

Jana Mittún: - Nógv vit kunnu betra um móti Montenegro
Rakul Wardum: - Vit fara inn við góðum vónum

Føroyar fara eftir at skaka og hava eisini nakrar hundrað áskoðarar á staðnum og í rygginum. Fyrsta HM-royndin verður klokkan 19.30 føroyska tíð - Portalurin og FM1 eru til staðar í Trier og fylgja gongdini.

HM 2026 - bólkur D

1. umfar, mikudagin 26. november í Trier

17.00: Spania - Paraguai

19.30: Montenegro – Føroyar

Fylg við á FM1 og Portalinum - beinleiðis bloggur, dagføring av støðu, myndir, samrøður og onnur samanumtøka seinni

Lurta eftir upptakssending á FM her - fylgið við á FM1 og Portalinum á stóra degnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder