Hondbóltur

HM-lutakast verður leygardagin

Leygardagin verður greitt hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í HM play-off dystunum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-25 10:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin verður lutakastið til HM play-off dystirnar hjá manslandsliðnum. Lutakastið verður klokkan 12.

Londini eru styrkismett í tveimum pottum, og verður tað ein úti- og heimadystur í viku 19 í mai, sum koma at avgerða hvørji europeisk lond koma víðari til HM-endaspælið 2025, sum verður leikt í Danmark, Noregi og Kroatia.

Føroyar eru í potti tvey, og spæla móti einum landi úr potti eitt.

Londini eru styrkismett soleiðis:

Pottur 1:
Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Holland, Spania, Montenegro, Kekkia, Pólland og Norðurmakedonia.

Pottur 2:
Georgia, Serbia, Føroyar, Sveis, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, harumframt vinnararnir av hesum play-off dystum, sum verða leiktir í mars mánaði Slovakia – Ísrael, Estland – Ukraina, Belgia – Italia og Finnland – Litava.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder