Fótbóltur

HM-stjørnurnar eru ikki við

Tó er okkurt kent andlit í Føroyum.

Alvaro Negredo (Mynd: JN.fo)

Alvaro Negredo (Mynd: JN.fo)

2018-07-26 11:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri munnu verða, sum gleddu seg til at síggja stórar fótbóltsstjørnur í Gundadali, nú B36 fekk Besiktas sum mótstøðulið í Europa League kappingini.

Millum stóru stjørnurnar í Besiktas eru menn sum Domagoj Vida, Pepe og Ricardo Quaresma.

Skjótt frættist tó, at Besiktas ikki fór at taka nakran leikara, sum hevur spælt við í HM endaspælinum í summar, við til Føroyar. Hetta merkir at fleiri av kendu andlitunum ikki verða at síggja á Ovaravølli í kvøld.

Nøkur sera kenda andlit eru tó komin til Føroyar, eitt nú Alvaro Negredo, Gary Medel og Ryan Babel.

Alvaro Negredo er nokk kendasta navnið, sum er við í Føroyum. Spanski áleyparin hevur spælt við liðum sum Sevilla, Manchester City og Valencia, og hevur spælt 21 dystir fyri spanska landsliðið, har hann hevur skorað 10 mál. Negredo vann Premier League við Manchester City í 2014, sponsku steypakappingina við Sevilla í 2010 og EM við Spania í 2012.

Ein annar maður, sum er við, er Gary Medel. Lítli miðvallarin úr Kili hevur á síni yrkisleið spælt við eitt nú Sevilla, Cardiff og Inter. Síðani 2017 hevur hann spælt við besiktas. Gary Medel hevur eisini spælt 111 ferðir fyri kilenska landsliðið, har hann eitt nú var við til HM í Brasilia í 2014, har hann skoraði eitt mál. Hann hevur eisini vunnið suðuramerikanska meistaraheitið við Kili í 2015. Tá var hann valdur millum 11 teir bestu leikararnar í kappingini.

Ryan Babel kenna tey flestu frá tá hann í árunum 2007-2011 spældi við Liverpool. Ryan Babel var mettur at verða eitt tað størsta unga navnið í heiminum, tá hann var keyptur til Liverpool úr Ajax. Hann skifti til 1899 Hoffenheim í 2012, men tá fór at ganga niður eftir bakka. Hann skifti fyrst heim aftur til Ajax, síðani til Kasimpasa í Turkaland, síðani til Al Ain í Abu Dhabi, áðrenn hann hann skifti til Deportivo La Coruna í 2016. Yrkisleiðin gongur tó rætta vegin aftur, og síðani 2017  hevur hann spælt 50 dystir fyri Besiktas og skorað 18 mál. Hann hevur eisini spælt 49 dystir fyri hollendska landsliðið.

Hesir tríggir skulu í kvøld royna seg ímóti monnunum hjá Jákupi á Borg, tá B36 tekur ímóti Besiktas á Ovaravølli í Gundadali kl. 19.

placeholder
placeholder