Føroyski taekwondo kemparin, og stigtakarin til hesa ítróttina í Føroyum, 16 ára gamli Høgni Kunoy Dávason, skal komandi dagarnar luttaka í evropameistarakappingini í taekwondo, sum verður hildin í bulgarska høvuðsstaðnum, Sofia.
Í dag var Høgni vigaður í Sofia áðrenn hann skal út at berjast í sínum fyrsta EM-dysti, sum verður í morgin, skrivar taekwondofelagið Hwarang Føroyar á Facebook. Høgni skal kappast um EM-heitið í flokkinum, sum eitur -63 kilo.
Hóast Høgni hevur vunnið nógvar kappingar í sínum egna aldursbólki, so skal ikki roknast við nøkrum føroyskum heiðursmerki á hesum sinni. Tað skrivar pápi Høgna, Dávur Høgnason á Facebook-síðuni. Hann skrivar soleiðis:
“Høgni er 16 ár og fer at berjast móti heimselituni. Hetta eru menn í bestu árum, í Høgnasa vektklassa eru menn í eru ranked 1,2&3 í heiminum. Tískil er tað utopi at hugsa, at hann kemur heim aftur við metal um hálsin. Men hann fer at gera sítt besta og tað er ikki lítið”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald