Tað gjørdist eitt gott kvøld hjá einum av teimum trimum føroyingafeløgunum, tá tríggir teir fyrstu dystirnir í 22. umfari í 1. Division vórðu spældir í gjár.
Samanlagt fimm føroyskir spælarar vóru á gólvinum í Jyllinge-hallen í Ølstykke. FIF-hópurin hevði ferðast stutta teinin og bjóðaði veruliga glóðheita HØJ av, hóast liðið hjá Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen hevði tvífalt so nógv stig sum liðið av Frederiksberg undan dystinum.
Í steðginum var 12-12. Jónas Gunnarson Djurhuus var serliga væl spælandi í fyrra hálvleiki við millum annað fýra málum. Vinstru vengurnir úr Hoyvík, Janus Dam Djurhuus og Leivur Mortensen, skoraðu ávíkavist tvey og eitt mál í dystinum. Teir spældu ein hálvleik hvør fyri FIF - Leivur brendi tíverri eitt brotskast. Føroyski landsliðsvongurin á hinum liðnum skoraði eitt mál í dystinum - tað var eitt brotskast, sum Ròi umsetti til mál
Málverjarnir hjá HØJ spældu hvør sín hálvleik. Pauli Jacobsen spældi 2. hálvleik, og føroyski landsliðsmálverjin hevði fleiri bjargingar. Við øllum var tað átta í tali - og tað gjørdi góðan mun fyri favorittarnar. Millum annað hevði FIF eitt tíðarskeið á átta minuttir uttan mál.
Pauli Jacobsen lá á einum bjargingarprosenti á líka undir 40 í 2. hálvleiki, tá HØJ hálaði sigurin heim (Mynd: Sverri Egholm)
Jónas Djurhuus gjørdi bart í fyrra hálvleiki móti HØJ (Mynd: Sverri Egholm)
HØJ tyktiskt at hava fingið tamarhald á dystinum tá, og tað var 22-18, tá tólv minuttir vóru eftir. So skoraði FIF fýra mál á rað uppá tríggjar minuttir. Janus Dam Djurhuus skoraði eitt av hesum málunum. So var trýst á heimaliðnum, sum spældi fyri oddasessinum.
HØJ kom tó í gongd við málskjótingina aftur. Tað var 25-23, tá farið var inn í síðsta minuttin. FIF var í álopi, og Janus var tryggur móti javngamla Paula av vonginum. 25-24, men heimaliðið gagnnýtti síðsta álopi = Sigur á tvey mál og tvey stig.
Hetta var sjeyndi sigur á rað hjá HØJ, sum hevur vunnið allar dystirnar í 2024 og nú hevur yvirhálað HC Midtjylland. 1. plássið í næstbestu donsku deildini gevur beinleiðis uppflyting - nummar tvey og trý skulu spæla um tað. HØJ hevur spælt ein dyst fleiri enn HC Midtjylland, sum vitjar Team Sydhavsøerne og Paula Mittún sunnudagin seinnapartin. TSØ kappast eisini um uppflyting og hevur vunnið tíggju dystir á rað
Les eisini:
Tíggjundi sigur á rað hjá Paula og teimum
Pauli: - Um man ikki leverar sjálvur er eingin at taka yvir
Jónas Gunnarson Djurhuus, Janus Dam Djurhuus, Pauli Mittún og Pauli Jacobsen til til Champions League-dysti í Göteborg (Häcken - KÍ) Allir spæla í næstubestu donsku deildini, har liðini hjá Paula og Paula hava heilt góða gongd (Mynd: Sverri Egholm)
Í Aarhus stóð føroyski strikuspælarin Teis Horn Rasmussen seg væl. Hann gjørdist toppskjútti í dystinum við sjey málum og stríddist ógvuliga væl. Tað var tó ikki nóg mikið hjá Teis og Peturi í dystinum móti Odder. Aarhus skoraði bert átta mál inn fyri steðgin, og útiliðið vann 24-26.
Aarhus HC hevur verið íblandað í stríðið um topp-trý plássini, men eftir ósigurin í kvøld hevur liðið bert fimm dystir eftir og fimm stig eru framvegis upp til 3. plássið. Harvið sær tað heldur tungt út hjá føroysku landsliðsmiðverjunum, í mun til møguliga uppflyting.
Teis Horn Ramussen skaraði framúr í Berlin, og í gjárkvøldið skoraði hann nógv mál (Mynd: Sverri Egholm)
1. Division, 22. umfar
Í gjár, fríggjadagin 23.02
HØJ Elite - FIF 26-24 (12-12)
Rói Berg Hansen 1 mál
Jónas Gunnarson Djurhuus 4 mál, Janus Dam Djurhuus 2 mál og Leivur Mortensen 1 mál
Bjargingar: Pauli Jacobsen (HØJ) 8 - 20 skot
HC Aarhus - Odder 24-26 (8-13)
Teis Horn Rasmussen 7 mál (Toppskjútti í dystinum)
Støðan í deildini - 26 umfør eru í grundspælinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald