Hondbóltur

- Um man ikki leverar sjálvur er eingin at taka yvir

Team Sydhavsøerne hevur eina rúgvu av skaðum, og tað hevur givið Paula Mittún pláss at blóma. 21-ára gamli landsliðsspælarin setur orð á støðuna mitt í langari sigursrøð.

- Vit hava faktiskt vunnið nakrar heldur hepnar sigrar á sterkum liðum í seinastuni, og so hava vit onkursvegna bara megna favorittleiklutin móti liðum, sum vit eiga at vinna ímóti. Vit hava so nógvar skaðar, at man skuldi trúð, at tað var lygn, men vit megna tað so, sigur Pauli Mittún

- Vit hava faktiskt vunnið nakrar heldur hepnar sigrar á sterkum liðum í seinastuni, og so hava vit onkursvegna bara megna favorittleiklutin móti liðum, sum vit eiga at vinna ímóti. Vit hava so nógvar skaðar, at man skuldi trúð, at tað var lygn, men vit megna tað so, sigur Pauli Mittún

2024-02-21 09:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg veit faktiskt ikki ordliga, hvussu hetta ber til.

Soleiðis sigur Pauli Mittún flennandi, tá vit fyrst spyrja hann, hvussu tað ber til, at Team Sydhavsøerne (TSØ) hevur vunnið so nógvar sigrar á rað. Liðið hevur eina rúgvu av skaðum men kappast veruliga um uppflyting til bestu donsku deildina. 

- Vit hava faktiskt vunnið nakrar heldur hepnar sigrar á sterkum liðum í seinastuni, og so hava vit onkursvegna bara megna favorittleiklutin móti liðum, sum vit eiga at vinna ímóti. Vit hava so nógvar skaðar, at man skuldi trúð, at tað var lygn, men vit megna tað so.

Portalurin tosaði við Paula nakað eftir sigurin í føroyingauppgerðini á Frederiksberg fríggjakvøldið, tá hann gjørdist toppskjútti aftur. Í gjárkvøldið vann TSØ aftur - dramatiskan heimasigur á Odense har føroyingurin skoraði seks mál, umframt legði upp til nógv. Nú hevur liðið hjá Klavs Hørlykke Bruun Jørgensen vunnið tíggju dystir á rað og ikki tapt síðani 12. november. 

Les eisini: Tíggjundi sigur á rað hjá Paula og teimum

[object Object]
Pauli í U21 HM-dysti móti Spania í summar. Hoyvíkingurin ger nú vart við seg í donskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli spældi ongan minutt til EM í Berlin. Í teimum fimm landskappingardystunum síðani endaspælið hevur 21-ára gamli hoyvíkingurin tikið stóra ábyrgd og víst sínar dygdir. 

- Tað er nokso typiskt, tá tað eru fáir spælarar tøkir á einum liði. Teir sum eru við vita, at um man ikki spælir væl, so er eingin at taka yvir: Um man ikki leverar sjálvur, so leverar eingin. Havi roynt líknandi fyrr og tað er í roynd og veru komin ein ró yvir tað, har man bara spælir og ger sítt besta, og so er tað bara byrja at ganga væl.

Er uppflyting so málið nú hjá tykkum?

- Nú veit eg ikki heilt, um fleiri koma aftur frá skaða í næstum, men um so er, so kunnu vit 100 prosent fara eftir topp-trý. Annars taka vit tað, sum tað kemur.

Nummar eitt flytur beinleiðis upp í bestu donsku deildini. Nummar tvey og trý skulu spæla play-off dystir um tað. Men hvat um Team Sydhavsøerne ikki flytir upp? Portalurin spurdi til endans Paula, um hann møguliga fer at hyggja eftir øðrum møguleikum í summar, um TSØ aftur skal spæla í næstbestu deildini næsta ár

- Tað rokni eg ikki við. Eg verði so 100 prosent verandi í Keypmannahavn til eg eri liðugur við mín bachelor (er á 2. semestri av 6 á CBS).

[object Object]
Pauli Mittun er lesandi í Keypamannhavn, býr á Oyrasundskolleginum og spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini - eins og Leivur Mortensen og Jónas Gunnarsson Djurhuus, sum eisini. Allir eru A-landsliðsspælarar (Mynd: Agnar Prestá)

[object Object]

Team Sydhavsøerne hevur seinastu mánaðirnar klatra langt upp eftir stigatalvuni (Mynd: hbold.dk)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder