Eitt nýtt fyribrigdi er at síggja í hondbóltshøllunum, har evropeisku tjóðirnar í hesum tíðum stríðast um evropameistaraskapin í hondbólti fyri menn.
Við hvørt lýsir reytt ljós í málinum. Og – nei – tað er ikki fyri at gera tað festligari hjá áskoðarunum at vera til hondbóltsdyst. Tað er ein praktisk fyriskipan, so leikarar og áskoðarar kunnu síggja nær dysturin verður blástur av, ella at annað liðið biður um leikbrá – time-out.
Tað er aftasta ramman í málinum, sum hevur fingið LED-ljós. Evropeiska hondbóltssambandið, EHF, sigur fyri danska TV2, at tað bert er tá hornið í høllini ljóðar fyri leiklok ella leikbrá, at ljósið skal lýsa.
Undir EM-kappingini hava verið onkur dømi um, at reyða ljósið hevur lýst, eitt nú tá dómararnir hava støðgað tíðini – men tað er ikki ætlanin við ljósunum.
Ljósini hjálpa eisini dómarunum at meta um, hvørt bólturin kanska hevur verið inni í síðstu sekundunum áðrenn leiklok.
Ísland vil vinna
Spennandi dystir eru á skránni í EM-kappingini í dag, sæð við norðurlendskum brillum.
Ísland er longu komið víðari í kappingini, og spælir móti Ungarn klokkan 17.15 okkara tíð. Klokkan 19.20 spælir Danmark móti Russlandi. Fyri at Danmark skal koma víðari, skulu danir vinna sín dyst, men tað krevst eisini, at íslendingar vinna sín.
Guðmundur Guðmundsson, íslendskur landsliðsvenjari, sum fyrr hevur verið venjari hjá dømum, sigur við TV2, at Ísland ætlar sær at vinna.
Ikki so nógv fyri at hjálpa dønum, men teir vilja fegin hava tvey stig, sum teir kunnu taka víðari við sær til millumumfarið.
Les annars: Lagnan hjá Danmark og Íslandi verður avgjørd í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald