Hondbóltur

Hondbóltsmenninir nú heimavøll í Keypmannahavn

Føroyar og heimsmeistararnir Danmark spæla hvør sín dyst undir sama taki 13. apríl. Hesaferð í Royal Arena.

Jónas G. Djurhuus her í dysti í Skjern móti donsku stjørnuni Mikkel Hansen (Savnsmynd: Sverri Egholm / portal.fo)

Jónas G. Djurhuus her í dysti í Skjern móti donsku stjørnuni Mikkel Hansen (Savnsmynd: Sverri Egholm / portal.fo)

2019-01-29 15:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Manslandsliðið spælir komandi heimadystin í Royal Arena í Keypmannahavn. Sum áskoðari sleppur tú eisini at uppliva donsku heimsmeistararnar.

Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá í dag.

Leygardagin 13. apríl spæla Føroyar og Ukraina undankappingardyst í stásiligu arenuni í Keypmannahavn, sum seinastu vikurnar eisini hevur verið karmur um nakrar dystir í heimsmeistarakappingini hjá monnum.

- Og sum áskoðari kann tú gera kvettið, tí tú sleppur at síggja føroysku stríðsmenninar og donsku heimsmeistararnar sama kvøld, sigur føroyska hondbóltssambandið

Hondbóltssamband Føroya og danska hondbóltssambandið hava avrátt at samstarva um komandi EM-umfar, so bæði Føroyar og Danmark spæla undir sama taki sama dag.

Føroyar og Ukraina spæla klokkan 17.45. Danmark og Montenegro spæla klokkan 20.15 danska tíð.

Av tí, at eingin høll í Føroyum lýkur altjóða krøv, má føroyska manslandsliðið spæla sínar dystir uttanlands. Tann fyrsti heimadysturin var í Skjern Arena, komandi heimadystur verður í Royal Arena, men enn er ikki greitt hvar triðji og seinasti EM-dysturin skal spælast.

Atgongumerkjasølan til stóru hondbóltsveitsluna byrjar miðjan februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder