Fótbóltur

Hondbóltssamband Føroya og Navia eru farin undir samstarv

Hetta fer eftir ætlan at síggjast greitt, tá føroysku landsliðini hjá monnum og kvinnum aftur skulu í eldin í heyst - samleikin skal styrkjast, tá landsliðini og fjeppararnir eru saman.

Í farnu viku vóru umboð fyri Hondbóltssamband Føroya, Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna, og landsliðsleikararnir, Peter Krogh og Karin Egholm á vitjan á høvuðsætinum hjá Navia á Toftum. Har varð samstarvsavtalan eisini undirskrivað saman við Óla Kristiani á Torkilheyggi, stjóra og eigara í Navia (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2025-09-02 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssamband Føroya hevur nógvar stuðlar, sum eru við at fíggja vaksandi og spennandi virksemi.

Í dag hevur HSF kunngjørt eina heldur øðrvísi og nýggja samstarvsavtalu. Hendan er við   tógv- og klædnaframleiðslufyritøkan Navia.

Á heimasíðu sínari skrivar HSF, at tað í samstarvinum liggja spennandi ætlanir, sum væntandi síggja dagsins ljós í heyst, tá føroysku landsliðini hjá monnum og kvinnum aftur skulu í eldin.

[object Object]

[object Object]
Í farnu viku vóru umboð fyri Hondbóltssamband Føroya, Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna, og landsliðsleikararnir, Peter Krogh og Karin Egholm á vitjan á høvuðsætinum hjá Navia á Toftum. Har varð samstarvsavtalan eisini undirskrivað saman við Óla Kristiani á Torkilheyggi, stjóra og eigara í Navia (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Gunn Ellefsen sigur millum annað um sáttmálan, at hann skal sal styrkja um samleikan:

 -Tynski hevur verið at styrkja um samleikan, tá okkara landslið og fjepparar eru saman, bæði heima og úti í verð, og her var Navia ein upplagdur møguleiki, sigur forkvinnan í Hondbóltssambandi Føroya.

[object Object]
Mynd: HSF
- Í Navia hava vit góðar møguleikar og førleikar at lofta einum tílíkum ynski, og at tað er spennandi at vera við í nøkrum, sum allir føroyingar soleiðis standa saman um.»

Meira um samstarvið verður kunngjørt í næstum stendur til seinast í skrivinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder