Danski hondbóltsspælarin, Mads Mensah Larson, er smittaður av korona.
Tað upplýsir týska felag hansara, Rhein-Neckar Löwen, á heimasíðu síni.
Felagið skrivar, at 28 ára gamli danski landsliðsleikarin í farnu viku hevði eyðkenni, sum líktist influensu, men hevur tað nú betri aftur. Hann er fari í 14 daga sóttarhald saman við familju síni.
Rhein-Neckar Löwen hevur fyribils støðgað allari venjing.
Sambært týsku dpa-tíðindastovuni, er Mads Mensah fyrstu hondbóltsspælari í Bundesliguni, sum er raktur av smittuni.
Besta týska hondbóltskappingin er løgd still til síðst í apríl orsaka av korona-umfarssóttini, sum higartil hevur kostað 13 mannalív í Týsklandi. Umleið 6.000 eru skrásett at hava fingið smittuna, skrivar Ritzau.
Mads Mensah hevur spælt fyri Rhein-Neckar Löwen síðan 2014, men hevur gjørt avtalu við Flensborg-Handewitt at spæla har komandi kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald