![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Í oktober 2022 flutti NSÍ niður í næstbestu deildina fyri fyrstu ferð í hesari øldini. Árið eftir flutti liðið uppaftur, men tað var nakað aftanfyri hitt felagið í kommununi.
Nú er vent í holuni. Skála flutti niður aftur í 2024, meðan NSÍ endaði á 4. plássi, sum gevur atgongd til Conference League, tá steypavinnarin eisini endar í topp-fýra.
Tað var greitt áðrenn, at NSÍ hevði øðrvísi fyritreytir enn aðrir uppflytarar. Millum annað komu Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen aftur til felagið síðsta vetur.
Serliga síðstnevndi gjørdi stóran mun, og sæð um hugt verður eftir venjingardystum higartil - hóast tað ikki altíð er serliga eftirfarandi - so sær Klæmint Olsen út til at vera á betri staði í ár enn í 2024 (9 landskappingarmál)
Ein spælari sum Aron Knudsen kann fara at vísa seg betur fram aftur, og Jasper van der Heyden, ið kom síðsta vetur, eigur at fáa meira burturúr í 2025. Hetta í mun til mál og upplegg.
Átta tilgongdir - fleiri verða stórir profilar
Hetta er annað árið við Jens Wedeborg sum venjara. Broytingarnar í hópinum eru rímiliga nógvar. Millum annað eru allir verjuspælararnir, fyriuttan Pætur Hentze, frá 2024 burtur.
Ístaðin eru fimm aðrir komnir, og miðalstigið á teimum burdi verið væl hægri. Landsliðsbakkurin Jann Benjaminsen kennir NSÍ og flestu viðspælararnir væl og kann geva nógv í síðunum. Annars er talan um fýra útlendskar miðverjar, harav tveir hava royndir úr føroyskum fótbólti. Tann eini teirra, Kevin Jablinski, spældi í Jerv-miðverjuni saman við Lars Markmanrud í fjør.
Sí eisini: NSÍ hevur skrivað undir við enn útlendskan miðverja
Karstin Joensen saman við nýggjasta verjuspælaranum. Markmanrud verður eftir øllum at døma seinasta "keypið" hjá NSÍ í vetur (Mynd: NSÍ)
Størsta nýggja navnið er uttan iva Brandur Hendriksson Olsen. 29-ára gamli skálvíkingurin varð norskur steypavinnari í desember og skal á fyrsta sinni spæla í fremstu føroysku deildini. Tað kann sigast, at hann á ymsan hátt nærum er "ov góður til kappingina". Um Brandur heldur seg nøkulunda skaðafrían fer hann at lyfta NSÍ-spælið nógv.
21-ára gamli Emil Weihe Joensen er eisini eitt spennandi ískoyti. Hann varð í uppskoti sum ársins miðvallari og ársins ungi spælari í fjør. U21-landsliðsspælarin gevur góðar tekniskar førleikar, arbeiðir hart og hevur ættarbond til økið. Emil skal nú lyfta sítt spæl og búnast meira í NSÍ.
Michal Przybylski kann verða ein spennandi jokara á hesum liðnum. Hevur verið nógv skaddur, men talan er um ein royndan spælara í føroyskum fótbólti, ið millum annað dugir væl at renna inn í brotsteigin. Verður við til at gera NSÍ-miðvøllin sterkari.
Tilgongdir hjá NSÍ í vetur:
Lars Markmanrud (Norskur verjuspælari)
Hassou Diaby Ndiaye (Senegalesiskur miðverji)
Kevin Jablinski (Norskur miðverji - fyrr 07 Vestur)
Fabian Ness (Norskur vinstri bakkur - fyrr B36
Jann Benjaminsen
Emil Weihe Joensen
Brandur Hendriksson Olsen
Michal Przybylski
Markus Klein Danielsen (16 ár) - fær helst ikki stóran leiklut í Betrideildini í ár, men verður sæddur sum ógvuliga spennandi ungur spælari, ið áhugi hevur verið fyri uttanlands. Dagsins spælari í U15-steypafinaluni í fjør við fýra málum
- Hópurin er endaligur
Av teimum, ið spældi nógv í fjør, eru allir útlendingarnir fyriuttan van der Heyden, burtur. Fýra eru eisini farnir til EB/Streym: Búi Egilsson, Mórits Heini Mortensen, Meinhard Debes Geyti og Jógvan Højgaard. Síðstnevndi spældi ikki nógv, men Búi og Mórits Heini áttu nógv innhopp, og Meinhard spældi fleiri dystir á høgra bakki.
Sum heild sær NSÍ-liðið væl sterkari út til 2025 og verður nú nevnt millum heiðursmerkjaliðini; summi nevna liðið sum FM-biðil.
Íløgur eru gjørdar í hópin. Tá vit spurdu Karsten Joensen, eftir tann áttanda nýggja kunngjørda vaksnamannaspælaran í gjár, váttaði NSÍ-formaðurin, at hópurin til kappingarbyrjan 2025 er tøkur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald