Hondbóltur

Hópurin líkist sær sjálvum

Tað mest eyðsýnda í EM-hópinum er, at Helgi Hildarson Hoydal ikki er á listanum. Strikuspælarin hevur verið skaðadarvaður seinastu tíðina men annars fastur maður leingi.

Helgi Hildarson Hoydal í skotroynd í Eysturríki har Føroyar spældu seinasta undankappingardystin. Sum tað sær út nú, fer 27-ára gamli hoyvíkingurin ikki at spæla í Týsklandi í januar (Mynd: Sverri Egholm)

Helgi Hildarson Hoydal í skotroynd í Eysturríki har Føroyar spældu seinasta undankappingardystin. Sum tað sær út nú, fer 27-ára gamli hoyvíkingurin ikki at spæla í Týsklandi í januar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-05 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag var søguliga 18-manshópurin hjá Føroyum til EM-endaspælið í januar kunngjørdir.

Niðanfyri eru teir átjan, sum týsmorgunin 9. januar seta kósina móti Berlin. Talan er so at siga bara um spælarar, sum hava verið meira ella minni fastir í A-landshópinum í minsta lagi lagi í tíðini undir Peder Bredsdorff-Larsen.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN) - Fyrst og fremst verjuspælari

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikuspælarar:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71

[object Object]
Føroyski EM-hópurin, umframt Helgi Hildarson Hoydal (2) og Bjarni í Selvindi (4). Teir báðir Kristiansand-spælararnir eru helst teir uttanfyri 18-mans hópin, ið mest sannlíkt "brádliga" kunnu fáa EM-boð (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Sí eisini: Hesir 18 skulu til EM í Týsklandi

Av hesum 18 vera 16 leikarar á dómaraseðlanum til hvønn dyst. Møguleiki er at taka tjúgu spælarar við til endaspælið, men hetta verður ikki altíð gjørt.

35 mans vóru á bruttolistanum, sum varð kunngjørdur í gjár. Hesir kunnu allir verða kallaðir inn í føroyska hópin undan endaspælinum, ella meðan tað er. Fleiri av hesum hava ikki spælt á A-landsliðnum áður og/ella hava nóg illa vera kring tað. 

Ein teirra hevur tó verið við leingi. Helgi Hildarson Hoydal var liðskipari og fastur maður á strikuni á søguliga U21-landsliðnum, sum spældi seg til HM-endaspælið í Algeria í 2017. Stutta tíð seinni var hoyvíkingurin á A-landsliðnum, og hevur hann verið úttikin hvørja ferð seinastu seks árini.

[object Object]
Helgi Hildarson Hoydal takkar føroysku áskoðarunum eftir lyklasigurin á Ukraina í høllini á Hálsi í apríl. Hann venur við aftur í Kristiansand nú (Mynd: Sverri Egholm)

Tí er tað heldur serstakt, at endaligi listin er uttan Helga. 19-ára gamli Ísak Vedelsbøl er fysiskt ein úrmælingur í føroyskum høpi og hevur fingið eitt av teimum trimum strikuplássunum. Hann er tann einasti, ið dagliga spælir í føroysku kappingini. Pætur Mikkjalsson hevur verið støðugur í svenskum hondbólti og hevur víst seg væl fram, tá hann hevur fingið møguleikan á landsliðnum. Eftir skiftið til strikuspælara og framgongdina í næstbestu donsku deildini vann Teis Horn Rasmussen seg skjótt fram sum fyrsta val á strikuni.

Harvið hevur landsliðsvenjaratoymi ikki funnið pláss til Helga Hoydal - í øllum førum ikki í fyrstu syftu. Hansara skaðastøða hevur heilt víst gjørt sítt. 27-ára gamli Kristiansand-spælarin fekk skaða í albogan í oktober og hevur ikki spælt síðani. Harvið fekk Helgi ikki víst seg fram í dystunum í Íslandi í síðsta mánaða. Teir vóru umráðandi partur av EM-fyrireikingini.

Av teimum sum spældu í Íslandi, er tað bert Bjarni í Selvindi, ið ikki er við í hesum hópinum eisini. 21-ára gamli skálamaðurin spældi sínar fyrstu A-landsliðsminuttir í Reykjavík, og er Bjarni helst ein maður til framtíðina. Um broytingar koma í bakketuna, so er liðfelagin hjá hjá Helga Hoydal í Kristiansand eitt gott boð.

Tað er helst eingin ivi um, at at Helgi er fyrsti avloysari, um skaði kemur til ein av hinum trimum strikuspælarunum áðrenn ella undir endaspælinum. Sum skilst venur hann við í Noreg nú og spælir mest sannlíkt aftur áðrenn jól. Hópurin er heldur ikki meira endaligur enn so - fleiri kunnu kallast inn, og skiftingar kunnu gerast - at tað framvegis ikki er heilt óhugsandi, ein av ímyndunum av A-landsliðnum seinastu árini verður at síggja á vøllinum til søguligar minuttir í Berlin í januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder