Fótbóltur

Hópurin til EM-undankappingina í Føroyum er úttikin

Eyðvør Jakobsen hevur tikið 18 spælarar út til U17-kappingina á heimavølli í næsta mánaða.

Føroyska U17-landslið í fjør fekk nøkur góð úrslit. Spælarar úr átta ymiskum føroyskum feløgum eru við (Mynd: fsf.fo)

Føroyska U17-landslið í fjør fekk nøkur góð úrslit. Spælarar úr átta ymiskum føroyskum feløgum eru við (Mynd: fsf.fo)

2024-02-27 20:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um smáar tríggjar vikur, frá 17. til 23. mars, vera Føroyar vertir fyri bólki B3 í EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum.

Les meira: 
Byrja móti Lettlandi á Tórsvølli 17. mars
U17-kapping verður í Føroyum í næsta mánaða

Tað eru Rumenia, Georgia og Lettland, sumn vitja í Føroyum um nakrar vikur. Allir dystirnir, fyriuttan tann eini, verða spældir á Tórsvølli.

Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17 gentunum, og hon hevur nú sett navn á tær 18, ið eru boðsendar at umboða Føroyar í EM-undankappingini. Tað skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum í dag.

Spælarar úr átta ymiskum føroyskum feløgum eru við. Eisini eru tvær, sum spæla við Vildbjerg í Danmark í løtuni.

Hópurin
Brá Zachariassen, B36
Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Marita Sofía Østerø, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Bára Tórálvsdóttir Poulsen, HB
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, KÍ
Birita Mohr, KÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Alda Petersen, Skála
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Jakobina Bergsdóttir, Vildbjerg SF (Danmark)
Rósa Reginsdóttir, Vildbjerg SF (Danmark)

Dystarskráin: 

Sunnudagin 17. mars
Kl. 13:00 Lettland – Føroyar
Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

Allir dystirnir, undantikið Georgia – Lettland í síðsta umfari, verða spældir á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder