Tíðliga seinnapartin í gjár gjørdist greitt, at 24-ára gamli Hørður Askham úr HB fór at spæla sín fyrsta A-landsdyst. Hetta var tí, at Gilli Rólantsson, ið hevði røkt plássið sum høgri bakkur sera væl teir átta undanfarnu dystirnar, var darvaður av harða sparkinum, ið hann fekk í høvdið í dystinum fyri Brann í vikuskiftinum.
Gilli Rólanttson fekk vant ígjøgnum vikuna, men árini av sparkinum sóust eitt sindur mikudagin og gjørdust greið í gjár. Talan var um heilaskjálvta og áhaldandi trupulleikar kring eygað (Mynd: Sverri Egholm)
Gill fær ikki komið við til Spania, og tað ger Hørður heldur ikki. Ímóti endnaum av dystinum í gjár fekk Hørður eina harða lending, tá hann legði bóltin innfyri.
Sí eisini: Skaddur í sínum fyrsta landsdysti
Verjuleikarin sá út til at hava nógv pínu og kom út at tosa við miðlarnar á høkjum í gjárkvøldið. Hetta er enn støðan:
- Eg eri enn á høkjum og havi nógva pínu; fái ikki gingið ella gjørt nakað. Eg havi mest pínu í knænum, men fóturin fekk eisini ein stoyt í takklingini
Harvið er eingin hugsingur um, at Hørður fær spælt sunnudagin í Spania, og hann váttar fyri Portalinum í dag, at hann ikki fer við hópinum, sum fer avstað í kvøld.
Spurningurin er so, um ein avloysari kemur inn. Tað er upplagt, tá nú bert 20 leikarar eru tøkir og 1. og 2. val á høgra bakki eru skaddir. Jónas Tór Næs úr B36 er eitt gott boð - hann hevur spælt allar dystirnar í ár, hevur hildið eitt støðugt gott støði og og hevur nógvar royndir á landsliðnum. Annars hava Bárður J. Hansen úr NSÍ og Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ báðir havt eitt gótt kappingarár á høgra bakki.
Lars Olsen segði í gjár stutt um Spania-dystin, at Føroyar fara at spæla øðrvísi har sunnudagin, og at hugt fór at vera eftir, um ein nýggur leikari skuldi takast út, nú Gilli ikki er tøkur, og Hørður var á høkjum eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald