Eftir bert eitt ár í næstbestu deildini í donskum fótbólti, eydnaðist tað í gjár bæði Lyngby Boldklub og AC Horsens at flyta uppaftur í bestu deildina, Superliguna.
AC Horsens er fyrrverandi liðið hjá Halli Hansson, sum nú hevur fyrrverandi HB-venjaran, Bertel Askou sum venjara.
Lyngby er núverandi liðið hjá fyrrverandi NSÍ-leikaranum, Peturi Knudssen. Petur Knudsen hevur ikki fingið so nógva leiktíð í seinastuni. Hann hevur drigist við skaða, men sat á beinkinum aftur í dystinum í Nykøbing, tó uttan at verða skiftur inn.
Spurningurin um uppflytingina varð avgjørdur í gjárkvøldið, tá tað eydnaðist Horsens at vinna 4-0 á Fredericia, meðan Lyngby á útivølli spældi 1-1 móti Nykøbing FC.
Hóast tað enn er eitt umfar eftir av kappingini í 1. division, so er longu nú greitt, at onkið annað felag kann taka Horsens og Lyngby aftur.
Horsens og Lyngby ero sostatt við í Superliguni, tá kappingin verður uppafturtikin í summar. Tey avloysa Sønderjyske og Velje, sum flyta niður.
Farna vikuskiftið varð avgjørt, at FC København er danskur meistari í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald