Fótbóltur

Hoseth: - Týdningarmiklasti dysturin í søguni hjá KÍ

Venjari og liðskipari hjá KÍ settu millum annað orð á, hvussu man skal spæla uttan Árna Frederiksberg móti Slovan, og hvussu tað er, at langt er millum dystirnar.

Solby Christiansdóttir, miðlaumboð, Magne Hoseth, høvuðsvenjari og Jákup Biskopstø Andreasen, liðformaður á dagsins tíðindafundi (Mynd: Sverri Egholm)

Solby Christiansdóttir, miðlaumboð, Magne Hoseth, høvuðsvenjari og Jákup Biskopstø Andreasen, liðformaður á dagsins tíðindafundi (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-29 17:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Soleiðis segði Magne Hoseth í byrjanini av tíðindafundinum á Tórsvølli seinnapartin. Hann var í samband við lyklauppgerðina, sum verður millum KÍ og Slovan Bratislava í Conference League-bólkaspælinum í morgin.

Í 2-1 dystinum í Bratislava legði Árni Frederiksberg upp til málið hjá KÍ. Tað var við frálíkum hornasparksinnleggi. 7'arin hevur tó leikbann hesaferð, og Portalurin spurdi venjarin hjá KÍ um, hvussu man handfarir hetta:

- Vit fara sjálvandi at mangla fantastiska fótin hjá Árna. Tað tað høvdu øll lið gjørd. Men vit hava nógvar høgar og sterkar menn, og eg trúgvi uppá, at vit skulu fáa góð innlegg inn í samband við millum annað deyðbóltar – Jákup (sum sat undir liðuni, red.) og hinir skulu nokk megna tað, staðfesti Magne Hoseth smílandi.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Í mun til seint í summar og í heyst, eru langt ímillum dystirnar hjá KÍ – kanska heldur leingi. Tjúgu dagar eru síðani dystin í Ljubljana, og bert nakrir spælarar hava spælt dystir síðani. Hetta var við landsliðnum.

- Tað er eitt sindur “Pre-Season” yvir tí hjá okkum. Vit hava sjálvandi havt fimm spælarar við landsliðunum, og tað hjálpir væl. Vit kunnu koma inn til hendan dystin við nógvari orku, meðan dystarrútma (matchfitness) manglar. Tað fer vónandi ikki at ávirka.

Jákup Biskopstø Andreasen: - Tað er nokso vanlig rútma hjá okkum, sum hava verið á landsliðnum, og vit hava fingið góðar dystir í beinini. Tað var nógv tos fyrr í ár um tøttu dystarskránna. Nú er tað næstan umvend støða, og tíð ertil at venja meira: Meira kilometrar í beinini og betri tíð at fyrireika okkum. Kanska tað fer at merkjast fyrstu løtuna, at KÍ ikki hevur dystarrútmu, men aftaná nakrar minuttir burdi verið fínt.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

UEFA Europa Conference League, bólkur A
5. umfar, hósdagin 30/11: 

17.45: KÍ - Slovan Bratislava
17.45: Olimpija Ljubljana - LOSC Lille

Til ber at keypa atgongumerki til dystin her

Støðan í bólkinum 
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig

Seks umfør eru, og tvey lið koma víðari

Sí eisini: KÍ hevur knívin á barkanum

Sí eisini: Slovan stendur sum favorittur til uppgerðina hóskvøldið

Sí eisini: KÍ vantar besta vápnið í álopspartinum

Sí eisini: KÍ tekur ongan kjans við kuldanum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder