KÍ skal vinna fyri at framvegis hava møguleika at koma víðari úr Conference League bólkaspælinum. So greiðar eru treytirnar til føroyameistararnar hesa vikuna.
Slovan Bratislava er trý stig frammanfyri KÍ í stríðnum um 2. plássið í bólkinum. Nógv bendir á, at Lille fer at tryggja sær víðari luttøku. Franska stórfelagið spælir í Ljubljana.
Magne Hoseth kann ikki nýta Árna Frederiksberg. Hann fekk reytt kort í 2-0 ósigrinum í Slovenia fyrr í mánaðinum. Harvið er greitt mest skapandi spælarin hjá KÍ ikki tøkur, og tað ger fyritreytirnar verri til dystin móti slovakisku meistarunum, ið kunnu spæla seg víðari við at fáa trý stig.
![]()
Árni Frederiksberg hevur lagt upp til trý av teimum fýra málunum hjá KÍ higartil í bólkaspælinum. Hann fara teir í bláum at sakna hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Eitt stig verður helst eisini nóg mikið hjá Slovan, sum er ein lítil favorittur hjá veddingarfyritøkunum. Ein útisigur hóskvøldið gevur peningin beint yvir tvær ferðir aftur. Odds á KÍ-sigur liggja millum 3,25 og 3,40 - alt eftir hvør veddingafyritøka talan er um - meðan javnleikur er beint yvir tað.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
5. umfar, hósdagin 30/11:
17.45: KÍ - Slovan Bratislava
Støðan í bólkinum
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 4 stig
Tvey lið koma víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald