Fótbóltur

Hoseth: - Vit eru ikki lidnir í Champions League enn

(Myndir) KÍ hevur framvegis ætlanir um at fremja stór úrslit í evropeisku meistarakappingini. Stórur áhugi var fyri venjingini hjá KÍ á Tórsvølli í dag.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-07 17:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

KÍ og serliga venjarin, Magne Hoseth, eru í ikki iva undan spennandi Champions League dystinum á Tórsvølli í annaðkvøld millum KÍ og Molde FK.

- Vit eru ikki lidnir í Champions Leauge enn. Tað liggur onki trýst á okkum, vit hava alt at vinna, meðan alt trýstið liggur á Molde.

Er tað nakar, sum kann seta seg inn í støðuna, sum norska meistaraliðið er í í løtuni, so er tað júst Magne Hoseth. Fyrrverandi leikarin og stjønan á liðnum kennir felagið út og inn. Ikki bara hann, men eisini hjálparvenjarin Daniel Berg Hestad eru legendur í Molde FK.

Um so royndirnar hjá miðverjanum Vegard Forren eisini verða tiknar við, so hava teir tríggir spælt yvir túsund dystir fyri Molde FK.

Molde er teirra heimalið, sum teir fylgja væl við og kenna út og inn.

Tað kann møguliga vísa seg at vera ein fyrimunur hjá klaksvíkingum.

Molde betri fyrireikaðir

Hinvegin er Magne Hoseth eisini sannførdur um, at Molde FK verða væl fyrireikaðir til dystin móti KÍ. Nógv betur fyrireikaðir enn hini bæði liðini, sum KÍ hevur møtt og sligið út á Champions League-leiðini higartil.

- Ferencvaros undirmettu okkum, og BK Häcken eitt sindur. Tað ger Molde BK ikki, segði Magne Hoseth á tíðindafundi á Tórsvølli seinnapartin.

Stórur útlendskur áhugi

Heilt fitt av útlendskari pressu, bæði norskum og donskum miðlum, er komin til Føroya fyri at siga frá dystinum í annaðkvøld. Ótrúliga søgan um KÍ og teirra brøgd millum meistararnar er farin víða.

Tíðindafólkini vilja eitt nú hava at vita, hvørjar ætlanir Magne Hoseth hevur, nú hann hevur fingið so góða byrjan upp á venjarayrkið.

Hann hevur ongar ætlanir um at fara aðrastaðir, ætlar sær at vera í KÍ so leingi KÍ vil hava hann, er svarið. Og sigur eisini, at tað er altíð tann næsti dysturin, sum fyllir alt, og tí hugsar hann ikki hvussu framtíðin sær út fyri hann. Tað er tann komandi dysturin, í hesum føri móti Molde, sum fyllir alt í hansara tonkum.

Trívast best í dagligum umstøðum

Norsku miðlarnir undra seg eisini yvir, hvussu hansara spælarar kunnu hava starv við síðuna av yrkisleiðini sum fótbóltsspælarar. Um felagið ikki ætlar at keypa spælararnar fríar, nú evropeiskt bólkaspæl, og harvið nógvir týðandi dystir afturat standa á skránni.

Tað er Hoseth ikki so vísur í fer at henda.

- Um tað er gagnligt fyri tann einstaka spælaran, so gera vit møguliga tað. Men eg eri als ikki vísur í, at tað er gagnligt fyri spælararnar at slíta teir burtur úr teirra vanliga gerandisdegi. Hesir spælararnir eru vanir við at arbeiða gróthart, bæði fyri KÍ og teirra ‘vanliga’ arbeiðsgevara. Tað er als ikki sikkurt, at tað gagnar teirra innsatsi á fótbóltsvøllinum, at keypa teir úr teirra dagligu umstøðum, segði Magne Hoseth.

Sverri Egholm tók myndirnar frá tíðindafundinum og venjingini á Tórsvølli í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder