Toyota, ið er ein av høvuðsstuðlunum av OL í Tokyo, hevur tikið allar lýsingarnar hjá fyritøkuni, ið hava samband við OL, úr japanskum sjónvarpi.
Umframt hetta boðar Toyota frá í dag, at forsetin í Toyota, Akio Toyoda, ikki fer at luttaka í hátíðarhaldinum leygardagin, tá OL verður skotið í gongd.
Einki verður upplýst um orsøkina, men ein av stjórunum í fyritøkuni sigur við blaðið Yomiuri Shimbun, at OL hevur ment seg til eitt tiltak, sum er torført at stuðla.
Sambært japansk Kyodo News er hetta ein ábending um, at Toyota ynskir at verja andlitið hjá fyritøkuni nú OL fer av bakkastokki fríggjadagin, hóast nógv eru ímóti avgerðini um at skipa fyri OL hóast korona og óttast fyri, at leikirnir fara at elva til økta smittuspjaðing í Japan.
Les eisini: Ber ikki til at skipa OL á nóg tryggan hátt
Eftir ætlan skuldi Toyota senda fleiri lýsingar við OL-luttakarum í høvuðsleiklutinum, meðan leikirnir vóru í gongd.
Sambært talsfólki hjá fyritøkuni, ætla tey framvegis at liva upp til aðrar stuðulsskyldur.
– Vit stuðla ítróttafólkunum fullkomiliga og geva okkara ískoyti við at hava bilar til taks og á annan hátt, verður sagt.
Í løtuni eru strang tilmæli galdandi í einum stórum parti av Tokyo orsakað av økta smittutalinum í økinum. Men OL-fyriskiparar og Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) hevur ferð eftir ferð undirstrikað, at OL verður í ár. Byrjað verður, sum áður nevnt, fríggjadagin, og endar tað 8. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald