Hondbóltur

Hoyvíkingar bastu VÍF

H71 hevur vunnið fyrsta finaluplássið í landskappingini í manshondbólti.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-27 20:42 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

H71 vann triðja og seinastu hálvfinaluna ímóti VÍF. Tí hava hoyvíkingar nú tryggja sær fyrsta finaluplássið í kappingini hjá monnum. 

Tað leikaði hart á frá fyrsta bríkslið í finaluni. VÍF legði betri út og førdi fyrsta korterið av dystinum. Álopsspælið hjá vestmenningum riggaði heilt væl, og tað var ofta torført hjá H71-verjuni at steðga Filip Jojic. 

Men eftir 16 minuttir tók H71 leiðsluna frá Vestmenningum og hana hildu teir restina av dystinum. Hálvleiksstøðan var 14-11 til H71. 

Sí eisini: Myndir: H71-VÍF  

Hoyvíkingar byrjaðu seinna hálvleik sum teir endaðu fyrra. Sum frá leið gjørdist greitt, at hoyvíkingar vóru omaná í dag. So at siga alt riggaði í álopinum, samstundis sum verjan og málmenn stóðu væl.  

Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Hørður Trygvason inn í H71 málið, og hann nærmast stongdi H71 málið. Tá hann ímóti endanum av dystinum bjargaði straffi frá Filip Jojic, var dysturin avgjørdur. Einu løtuna førdi H71 við 9 málum. 

Dysturin endaði 28-21 til H71. 

Vilhelm Poulsen og Peter Krogh skoraðu báðir 6 mál fyri H71. Filip Jojic skoraði 8 mál fyri VÍF. 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder