Ein dystur í Faxe Kondi steypakappingini varð leiktur í kvøld. Hann var í Stórhøllini á Hálsi, har H71 var á vitjan hjá teimum næstbestu hjá Neistanum.
Eitt av oddaliðnum í SMS-deildini fekk ein harðan dyst. Tað var í 1. hálvleiki, at Neistin veruliga var við. Í fýra førum vóru teir bláu á odda við trimum málum, og í hálvleikinum var H71 aftanfyri við einum.
Neistin steðgaði tó upp; frá tí tíggju minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki til tíggju minuttir inn í 2. hálvleik skoraði heimaliðið ikki, og tá var H71 komið á odda við trimum málum. Fýra mál á rað beint eftir at farið var um miðjan 2. hálvleik, tryggjaði H71 sigurin.
Við sigrinum er H71 nú víðari úr bólki 2. Kyndil spældi seg víðari úr sama bólki seinasta vikuskifti og í hinum bólkinum hevur VÍF tryggjað sær víðari luttøku. Sunnudagin spæla Neistin og Stjørnan um seinasta plássið í hálvfinalunum.
Neistin II - H71 20-25 (11-12)
Hjá Neistanum varð Annika Thomsen toppskjútt við átta málum. Hon hevur fyrr gjørt um seg í bestu deildini. Hjá H71 gingu Maria H Weyhe og Marita Mortensen á odda; tær skutu 6 mál hvør.
Hondbóltur
Hoyvíkskvinnur bastu teimum næstbestu hjá Neistanum
H71 hevði nakað av trupulleikum av Neistanum II í kvøld, men spældi seg tó víðari til hálvfinalurnar saman við Kyndli.
Marita Mortensen og H71 stríddu seg framvið Neistanum í kvøld, og er eins og VÍF víðari í steypakappingini (Mynd: Sverri Egholm - savnsmynd)
2019-02-06 20:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald