Hoyvíkskvinnur megnaðu ikki at standa fyri ukreinska trýstinum í øðrum hálvleiki.
Úrslitið av fjórðingsfinaluni í EHF European Cup dystinum á Hálsi í kvøld millum H71 og Galychanka úr Lviv gjørdist 27-26 til ukreinsku kvinnurnar.
Spurningurin stendur enn opin um hesin eitt máls sigurin er nóg mikið til at Galychanka sleppur víðari í kappingini, ella um ein dystur verður afturat, har hoyvíkskvinnurnar fáa ein møguleika at heinta málið innaftur.
Eins og í fyrra hálvleiki, vóru hoyvíkskvinnur ikki við í byrjanini av øðrum hálvleiki, og ukreinar fingu skjótt javnað, og lagt seg á eina trygga leiðslu.
Við sterkum spæli høvdu ukreinar tamarhald á dystinum. Var tað ikki fyri sterku hoyvíksverjuna, har serliga Zachariassen-tvíburarnir stóðu sum klettar, høvdu tær kunnað vunnið við nógvum málum.
Tað, sum líktist einum fimm máls tapi til H71 endaði tó við bert at gerast eitt mál, tí í teimum doyggjandi minuttunum eydnaðist H71 at vinna stóru leiðsluna innaftur, so tað bert gjørdist til eitt-máls tap.
Les umrøðu av fyrra hálvleiki her
Føroysku málskorararnir:
Jana Mittún 9
Maria H. Weihe 9
Brynhild Pálsdóttir 3
Eva Barba Arge 2
Lív B. Zachariassen 1
Rannvá Olsen 1
Marita Mortensen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald