Tað kom sum ein smeitur fyri Hondbóltssamband Føroya tá tað gjørdist greitt, at Føroyar ikki sluppu at spæla dystirnir í hesi EM-undankappingini í Føroyum, tí ongin av høllunum lýkur krøvini til altjóða hondbóltsdystir á hægsta støði.
Tí tók hondbóltssambandið rættiliga skjótt avgerð um at spæla dystirnar í Danmark. Tað vil siga, at endalig avgerð um teir báðar seinnu dystirnar er ikki tikin enn.
- Tað kann vera, at onkur annar bjóðar seg fram, ella kemur við einum betri hugskoti enn at spæla teir í Skjern Arena.
Orsøkin til at Skjern varð valt til fyrsta heimadystin móti Danmark var, at hondbóltssambandið frammanundan hevur gott samband við fólkini í Skjern, sum bjóðaðu seg fram til at skipa fyri tiltakinum fyri hondbóltssambandið. Tað fortelur Gunn Ellefsen, forseti í Hondbóltssambandi Føroya, í samrøðuni omanfyri.
Føroyar eiga tríggjar heimadystir í verandi undankapping. Tann fyrsti verður spældur leygardagin 27. oktober í Skjern Arena.
10. ella 11. apríl hava vit aftur heimadyst, tá móti Ukreina, og 12. ella 13. juni skulu vit spæla heima móti Montenegro.
Les eisini: Hópurin er tillagaður mótstøðuliðnum
Gunn Ellefsen, forseti hondbóltssambandsins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald