Hondbóltssambandið og P/F SMS hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina í hondbólti, nevndar ávikavist Okkara- og SMS-deildin. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2019-20. Hetta boðar HSF frá á heimasíðu sínari.
Regin W. Dalsgaard, marknaðarstjóri hjá P/F SMS, sigur, at SMS gjarna vil verða ein aktivur viðleikari í føroyskum ítrótti, og at menningin í hondbóltinum hevur verið eyðsýnd seinastu árini. Frá bryggjarínum Okkara sigur Petur Petersen, at tað var sera spennandi at fylgja við tætta endaspælinum undanfarna kappingarár, og nú eitt nýtt kappingarár byrjar, vil Okkara vit gjarna ynskja øllum liðum eina góða og spennandi kapping.
Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast um, at samstarvið við SMS og Okkara heldur fram.
- Tað er sera týdningarmikið við góðum stuðlum sum hesum, sum eru við til at tryggja menningina hjá føroyskum hondbóltsungdómi. Vit vóna, at vit aftur í ár fáa eina spennandi og tætta kapping, og at fólk fáa nógvar góðar og spennandi upplivingar í hallunum kring landið.
Tveir dystir vórðu leiktir í 1. umfari í Okkara-deildini og SMS-deildini seinnapartin í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald